Samgongan fer ikki at hjálpa andstøðuni

Tað sigur ein kelda, sum hevur innlit í stýrisskipanarlógini og sum hevur fylt við politiska arbeiðinum í seinastuni

Dagny Joensen


Tað er so ymiskt hvussu politikarar meta um sjónarmiðini hjá hvør øðrum, og torført er at siga, hvat er rætt og skeivt. Tað, sum er rætt fyri ein, er skeivt fyri øðrum og umvent.

Tann lógarkøni, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at nevndarformaðurin stýrir fundinum, og kallar inn sakkøna hjálp, har tað er neyðugt. Nevndarlimirnir kunnu t.d. eisini kjakast við landsstýrismannin, men formaðurin kann eisini átala,um hann ikki heldur at tað er rætt, sum fer fram.

Ein nevndarlimur kann eisini siga frá, um hann ikki góðtekur gondina í fundinum, sigur keldan hjá Sosialinum, sum kortini ikki vil leggja seg út í málið í rættarnevndini, uttan tó at hava fingið meiningarnar hjá báðum pørtum lýstar.


Ikki sinnað at hjálpa andstøðuni

?Tað er ógjørligt hjá mær at siga hvar markið er , men tað er ivaleyst eisini ein spurningur um limirnir í rættarnevndini eru nóg vaksnir at sita á fundi.

? Sjálvandi skal pláss vera fyri kjaki í nevndini, men tað er er uppgávan hjá formanninum at stýra fundinum. Um eingin tímir at kjakast við - í hesum føri - landsstýrismannin, kann hann bert fara av fundinum, og siga sum er, at nú tímir hann ikki at hoyra meir. Tað er eingin sum forðar honum í at fara út.

Annað mál er, at hevur andstøðan ein trupulleika, í mun til samgongu í nevndini, so er vandi fyri at samgongan ikki politiskt er sinnað at hjálpa andstøðuni við sínum trupulleikaum.