– Eg fái tað ikki tað inn í mítt høvd, at landsstýrið hevur gjørt ein samferðslupakka, har Suðuroyartunnilin ikki verður tikin upp á tunguna. Tað sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini.
Hann sipar til samferðslupakkan hjá landsstýrinum, sum snýr seg um undirsjóvartunlarnar og eitt skip afturat til suðuroyarsiglingina. Erhard Joensen sigur, at hetta er eitt neyðaregg av einum samferðslupakka, tí størsta verkætlanin í Føroya søgu nakrantíð, Suðuroyartunnilin, verður ikki tikin upp á tunguna.
Han vísir á, at danska stjórnin hevur gjørt ein samferðslupakka, sum er ein semja ímillum allar flokkar á Fólkatingi, og sum gongur fram tl 2035 og sum er upp á 160 milliardir krónur. Tí undrast hann á, at vit bara kunnu gera ein pakka, sum bara gongur eitt ár fram í tíðina. Grundgevingin hevur verið, at vit kunnu ikki gera ov stórar pakkar, tí so fer bara alt í vaskið.
– Hvussu ber tað til, at tað letur seg gera í Danmark at hugsa 15 ár fram, men í Føroyum kunnu vit bara hugsa eitt, ella tvey ár fram? Er tað tí, at vit ikki eru nóg víðskygd og framsíggin, ella vit bara for tvør, ella eru vit býttari enn danir, spyr hann. Hann sigur, at veruleikin er, at beint nú hendir einki í sambandi við Suðuroyartunnilin og hann er komin til ta niðurstøðu, at orsøkin er, at í roynd og veru er eingin vilji í samgonguni til at arbeiða við Suðuroyartunlinum. Samgongan er ikki heilhjartað í sambandi við Suðuroyartunnilin, sigur Erhard Joensen.