Ikki í hvørjum tíggjuári verða so álvarsligar skuldsetingar havdar á lofti, sum tær ið fólkatings- og løgtingsumboð Tjóðveldisfloksins nú setur fram ímóti sínum egnu landsstýrismonnum. Minni enn 3 mánaðir eftir at Tórbjørn Jacobsen tryggjaði Anfinni Kallsberg løgmanssessin og Jørgeni Niclasen landsstýrissessin, skýrir hann teir nú at verða so stórar tjóvar, at teir ikki í nøkrum landi høvdu kunnað sitið í stjórn. Formaður Tjóðveldisfloksins hevur alment boðað frá, at hann fult út stuðlar skuldsetaranum.
Hetta eru ótrúligar og skelkandi skuldsetingar. Og tað mest skelkandi er, at hóast Tórbjørn og formaður hansara eru sannførdir um, at teir eru í samgongu við brotsmenn, so ætla teir framvegis at stuðla hesum, sum teir skýra brotsmenn. Tí er tað so, at Tórbjørn Jacobsen veit at hann hevur rætt, men onki ger við tað, ja, so er hann samsekur.
Ullartos
Men hóast skuldsetingarnar eru í serflokki grovar, so hevur Tórbjørn samstundis munnin - ella kanska pennin - fullan av ull. Tann, sum lesur greinina hjá Tórbirni, fær at vita, at hansara landsstýrismenn - Annfinn og Jørgen - eru so kriminellir, at teir ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi. Tað skilst at teir hava framt álvarsligan stuldur. Men hvat tað er teir hava stolið, fortelur hann ikki. Hvørji tey ítøkiligu brotsverkini eru, vil hann ikki út við. Og tað er kanska tað mest perfida. Nú er frítt slag fyri einhvørji illgiting, samstundis sum ivin um trúvirði skuldsetarans eisini tekur seg upp.
Demokrati trupulleiki
Hóast hann ikki hevur tikið stuðul sín til Tórbjørn aftur, so roynir tjóðveldisformaðurin - sær sjálvum líkt - at tveita "flimmur" út. Hann roynir at billa okkum inn, at hetta bert er eitt klandur ímillum løgmann og Tórbjørn. At báðir eru líka góðir um tað. Hóast vanliga fatanin annars er, at her er talan um einsíðugt álop frá Tórbirni.
Men tað gongur ikki. Tí hevur Tórbjørn rætt og løgmaður og fiskimálaráðharrin eru so kriminellir, at teir ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi, so er tað ikki bara samgongan, ið hevur ein trupulleika. Nei, so er tað demokratiið í Føroyum, sum hevur ein trupulleika. Tí so hava vit júst fingið eina samgongu - Fólkaflokkur, Tjóðveldisflokkur, Sjálvstýrisflokkur og Miðflokkur - sum er grundað á brotsverk. Og sigur Tórbjørn - við stuðli frá Tjóðveldisflokkinum - ósatt, so hava bæði hann og hansara flokkur diskvalifiserað seg so tað stendur eftir. Tí ógrundað at seta fram so grovar skuldsetingar, tað má skrykkja burtur tað síðsta trúvirði hjá hesum flokki.
Apuna úr skápinum
Mong spyrja, hvat ítøkiligt er aftanfyri hesar ullintu ærumeiðingar. Tórbjørn situr við apuni og nú spyrja vit, um Tórbjørn lýgur, ella hann stuðlar eini ránsmannasamgongu. Hesum spurningi bíða vit eftir at fáa svar uppá.