Samhaldsfasta eftirlønarskipanin skal varðveitast

Í røðu míni í gjár vísti eg á, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, einsamallur fær alla skuldina fyri ætlanina um, at broyta fólkapensiónslógina soleiðis, at støðisupphæddin í fólkapensiónini verður skerd hjá ávísum pensionistum og í summum førum kann talan verða um ein niðurskurð uppá heili 50 prosent.


Veruleikin er nevniliga tann, at bæði sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og verkamannafylkingin í samgongu, í hesum máli hava selt sína politisku sál til fólkaflokkin og Óla Breckmann. Í samgonguskjalinum, sum allir fýra flokkarnir hava undirskrivað, eru nakrar orðingar um, at tann almenni eftirlønarpolitikkurin hjá landsstýrinum og samgonguni skal verða tann sami, sum eftirlønarpolitikkurin hjá fólkaflokkinum og Óla Breckmann. Hetta hava tit bundið tykkum til.

Sum eg havi víst á í eini blaðgrein fyrr í vikuni, so er tann svarti tráðurin í eftirlønarpolitkkinum hjá fólkaflokkinum tann, at fólkapensiónsskipanin skal setast úr gildi, at samhaldsfasti skal fyribeinast, at vit ístaðinfyri skulu hava eina persónliga eftirlønartrygging, har hvør einstakur skal gjalda til hesa trygging í mun til inntøkuna og at útgjaldið til sína tíð verður í tráð við tað, sum hvør einstakur hevur goldið. Við øðrum orðum, skal tann lønarójavnin, sum verið hevur í arbeiðsárunum halda fram og helst vaksa á ellisárum. Alt tað samhaldsfasta - solidariska - sum eyðkennir bæði fólkapensiónsskipanina og samhaldsfasta verður slept uppá fjall. Og tað er ikki bara Kristian Magnussen, sum stendur aftan fyri hesa ætlan, nei, tað er sambandsflokkurin við Atla Hansen á odda, sjálvstýrisflokkurin við Helenu Dam á Neystabø á odda, verkamannafylkingin við Óla Jacobsen á odda, og so sjálvandi ikki at gloyma fólkaflokkin og sjálvan upphavsmannin Óla Breckmann.

Øll vita, at javnaðarpolitikkur byggir á samhaldsfastar loysnir, og hetta ger eftirlønarpolitikkurin hjá flokkinum sjálvandi eisini. Tá tað snýr seg um fólkapensiónina vil javnaðarflokkurin verja vunnin rættindir. Vit vilja sláa manngarð um hesa samhaldsføstu skipan. Men vit duga at síggja, at tað ikki letur seg gera í framtíðini, at fíggja eina hægri fólkapensión yvir skattin, og tí hevur flokkurin longu fyri fleiri árum síðani lagt til brots fyri eini aðrari samhaldsfastari loysn. Hetta er arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin tann sonevndi samhaldsfasti. Um vit seta okkum fyri at menna samhaldsfasta, kann arbeiðsmarknaðareftirlønin úr grunninum eftir fáum árum gerast eins stór ella størri enn verandi fólkapensión. Spurningurin er bert, hvussu nógv vit vilja gjalda inn í grunnin, tí útgjaldið úr grunninum verður sum kunnugt ásett í mun til inntøkurnar hjá grunninum.

Í fimmaranum fyrradagin gav landsstýrismaðurin í almanna- og arbeiðsmarknaðarmálum til kennar, at hann ikki hevur serliga stóra trúgv til ta samhaldsføstu loysnina, og tað sama gjørdi onkur lurtari, sum ringdi til fimmaran. Lurtarin segði, at í Danmark verður ATP lagt út til »Alle Tiders Pjat«, og komst hetta av, at útgjaldið úr grunninum er so látúrliga lítið. Í hesum sambandi skal eg gera vart við, at danska skipanin ikki er samhaldsføst í sama mun, sum tann føroyska. Danska ATP-skipanin minnir meira um eftirlønartryggingaruppskotið hjá fólkaflokkinum enn um okkara samhaldsfasta. Eg haldi tað verða neyðugt at greiða eitt sindur nærri frá muninum millum donsku og føroysku skipanina.


Fólkaflokkurin -

alle tiders pjat

Í Danmark verður hvør einstakur skrásettur í ATP-skipanina. Inngjaldið verður kravt inn á tann hátt, at skipanin sendur tí einstaka, sum er skrásettur í skipanini, eina rokning eina ferð um mánaðin. Um tann skrásetti ikki rindar til tíðina verður áminning send út. Tá útgjaldið til sína tíð kemur, verður upphæddin eisini ymisk frá einum móttakara til annan, alt eftir, hvussu nógv hvør einstakur hevur goldið til skipanina. Hetta krevur eina sera stóra og ógvuliga kostnaðarmikla umsiting. Tað er orsøkin til at útgjaldið úr danska ATP-grunninum er so lítið. Uppskotið hjá fólkaflokkinum um eina persliga eftirlønartrygging krevur júst somu stóru umsiting. Fólkaflokslurtarin, sum ringdi til fimmaran, hevur sostatt givið fólkafloksloysnini rætta navnið. Nevniliga: »Alle Tiders Pjat«.

Okkara arbeiðsmarknaðarløn byggir hinvegin á samhaldsfesti - solidaritet - og er í roynd og veru ein samhaldsføst loysn. Vit gjalda eftir evnum og njóta eftir tørvi. Allir løntakarar gjalda sama prosentvísa part av lønini inn í grunnin. Tað sama gera arbeiðsgevarar og onnur, ið gjalda løn, hýru o.s.fr. Øll sum eru 67 ár og eldri fáa somu upphædd úr grunninum. Hetta er ein einføld skipan at umsita. Hon er bæði løtt og bílig at umsita. Og tí kunnu vit staðfesta, at longu nú, so fá ár eftir at skipanin fór at virka, er útgjaldið 500 kr. til hvønn. Tá vit síðan hugsa um, at inngjaldið bert er eitt hálvt prosent, so er hetta heilt ótrúligt.


Samhaldsfasti

er loysnin

Eftir tí fyrsta uppskotinum, sum varð lagt fyri løgtingið í 1977, skuldi inngjaldið í grunnin verða 2 prosent frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum. Um hetta varð galdandi, og um skipanin varð sett í verk eftir upprunaligu ætlanini, t.v.s. frá 1. januar 1990 ístaðin fyri frá 1. januar 1992, so ivist eg ikki í, at útgjaldið úr samhaldsfasta longu nú var komið upp á somu upphædd sum galdandi fólkapensión. Men tað nyttar onki at gráta um spilta mjólk. Vit skulu víðari og javnaðarflokkurin fer áhaldandi at stríðast fyri, at samhaldsfasti verður tann loysnin fyri tey gomlu í Føroyum, sum upprunaliga ætlanin við grunninum var.

Vit í javnaðarflokkinum vóna og rokna við, at tað sama, sum hendi við fólkapensiónini í 1959, eisini skal henda við samhaldsfasta um ikki alt ov langa tíð. Vónandi verður tað aftaná eitt komandi løgtingsval, at kúvendingin frá 1959 verður endurtikin, soleiðis at samhaldsfasti saman við fólkapensiónsskipanini verður nøktandi eftirløn hjá øllum føroyingum og at tað harvið gerst óneyðugt hjá løntakarafeløgum og einstaklingum at gera egnar eftirlønarskipanir.

Harra formaður! Lat meg enda við at siga nøkur orð um búskaparligu støðuna og búskaparligu gongdina í samfelagnum. Í sambandi við herviligu kreppuna, sum rakti føroyska samfelagið fyrst í níti árunum, havi eg sagt, og vil endurtaka, at henda kreppa eftir mínum tykki var í hæddini í 1993. Men orsakað av teimum illa dámdu tiltøkunum, ið tvær ymiskar samgongur, sum javnaðarflokkurin hevði leiðsluna av, settu í verk í 1992 og 1993, varð afturgongdin vend til framgongd. Fyrstu tekini til eina vend í gongdini komu longu í 1994. Í 1995 var framgongdin enn týðuligari og síðani tá hevur hon verið meira og meira sjónlig.


Hvussu leingi var

Ádam í Paradísi?

Men nú ljóða ávaringarlúrarnir aftur. Avlopið á handilsjavnanum er minkandi. Tað sama er galdandi viðvíkjandi gjaldsjavnaavlopinum. Og sambært búskaparfrøðingunum, eru útlitini fyri framman alt annað enn bjørt og spátt verður, at arbeiðsloysið aftur fer at vaksa, so ivasamt er, um landskassaroknskapurin fyri 1998 til sína tíð fer at sýna, at landskassin hevði tað avlop, sum landsstýrismaðurin roknar við í fíggjarlógaruppskotinum. Her í tinginum hava summir landsstýrismenn longu nú boðað at rættingarskjøl, sum fevna um stórar upphæddir til íløgur, eitt nú á samferðsluøkinum, verða send fíggjarnevndini um nakrar dagar.

Eg havi hug at siga sum ein partamaður mín eina ferð segði her á tingsins røðarapalli. Hann spurdi: »Hvussu leingi var Adam í paradís?« og sjálvur hevði hann svarið, ið var soljóðandi: »Bert nakrar fáar dagar so fekk hann fótin í eitt ávíst stað!« Eg stúri fyri, at okkara búskaparliga framgongd fær somu lagnu, sum Adam fekk í paradísinum.

Takk fyri harra formaður!


Vilhelm Johannesen