Samkynd kvinna álopin

Seint leygarkvøldið varð ein ung, samkynd kvinna eftir øllum at døma útsett fyri kropsligum og munnligum ágangi, sum endaði við, at hon fór á Landssjúkrahúsið til observatión fyri heilaskjálvta. Løgreglan stendur enn á berum og vil gjarna frætta frá vitnum

Klokkan 04.20 sunnunáttina fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein dama varð sligin uttan fyri dansistaðið REX í Havn, og at tað skuldi vera av tí, at hon er samkynd.

Unga kvinnan varð send á Landssjúkrahúsið til observatión fyri heilaskjálvta eftir hendingina, men um hetta var av tí, at hon var sligin, ella um hon var dottin, er enn ógreitt.


Pínu í høvdið og beinið

Sosialurin hevur tosað við ungu kvinnuna, men sjálv minnist hon ikki, hvat er farið fram. Hon kann bara vátta tað, at hon hevur høvuðpínu og ilt í øðrum beininum, men veit ikki at siga, um hetta er av teirri orsøk, at hon er sligin, ella um tað er tí at hon er dottin.

Satt at siga stendur alt enn rættiliga ógreitt fyri henni, og hon má bara sanna, at alt er rættiliga ósikkurt enn.


Váttar tríggjar tilburðir

Eitt vitni í hendingini greiðir soleiðs frá hendingunum, sum hann sigur vera tríggjar í tali.

»Eg fór í býin og stóð í barrini, tá eg kom í prát við hana (ungu kvinnuna, red.), sum eg kenni frá fyrr av. Tá vit standa har, kemur ein ungur maður, um 20 til 25 ára aldur yvir til hana og byrjar at spilla hana út og sigur hvussu stórt eitt turn-off hon er og annars vísir á, hvussu vamlisligt tað er, at hon er samkynd. Tað ger hann bæði við orðum og kroppsmáli. Hann virkaði sera aggressivur móti henni, men gjørdi henni einki kroppsligt mein, og eg bað hann taka seg saman, og hann fór at enda avstað.

Seinni aftur sá eg hana standa á dansigólvinum, og tá kemur ein annar maður í sama aldursbólki til hana, og byrjar á sama hátt sum hin undanfarni við útspilling og munnligum ágangi móti henni, av tí at hon er samkynd«, greiðir vitnið frá.

Sama vitni greiðir soleiðs frá víðari hendingum.

»Tá dansistaðið letur aftur, fari eg út gjøgnum inngongdina til dansistaðið, og har standa so nógv fólk í gongini og práta, sum vanligt er. Tá knappliga hoyri eg røddina í henni, og at hon sigur “av for h”, og eg vendi mær so við, og síggi at ein maður heldur henni upp móti vegginum, og tað sær út til, at hann júst tá tekur annað knæðið aftur, og tað sá út sum at hann júst hevði langa henni knæðið. Men eg sá so bara í ryggin á gerningsmanninum, og hann vendir sær frá henni og fer avstað, og eg grípi henni, soleiðs at hon ikki skal rúka í gólvið, og fái tískil ikki eyga á, hvør hann er.

Men eftir mínum tykki er tað 100 prosent sikkurt, at hetta snúði seg um tað, at hon er samkynd, og at tað er tí, at hon hevur verið út fyri hesum áganginum.« Hetta sigur also eitt vitni, sum Sosialurin hevur verið í samband við.


Vilja hava fatur á vitnum

Løgreglan veit enn ikki at siga, hvat er farið fram í málinum, um tað er eitt harðskapsmál ella ikki. Men teir vátta, at teir kanna málið nærri, men eisini, at teir enn leita eftir vitnum, sum kanska kunnu geva eina ábending um, hvat er hent, ella hvør gerningsmaðurin er. Tí kunnu øll tey, ið møguliga hava upplýsingar um málið, venda sær til løgregluna í Havn. Og teir vilja fegnir hava fatur á øllum teimum upplýsingum, teir kunnu fáa fatur á, soleiðs at málið kann uppklárast.