NSÍ venjarin Sigurður Ragnar Eyjólfsson hevur gjørt tvær broytingar á liðnum, sum nú klokkan 19.45 fer at spæla í Slovenia ímóti Koper. Tað eru 29 hitastig í Stadion BonifikaKoper-Capodistria, og vøllurin er turrur.
Emil Weihe Joensen sá beinleiðis reytt kort tíggju minuttir undan steðginum í heimadystinum, sum í síðstu viku var í Klaksvík. Tí er hann leikbannaður, og NSÍ venjarin hevur tveir nýggjar menn á liðnum. Annar er Meinhard E. Olsen, og hin er Sammy Skytte. Norski Tobias Hestad er á beinkinum í kvøld.
Millum teir á beinkinum eru málverjin Kristian Joensen, sum hevur verið skaddur stóran part av kappingarárinum og Klæmint A. Olsen, sum fleiri teir seinastu mánaðirnar hevur spælt millum lítið og einki.
Uppgávan hjá NSÍ er stór, tí í Klaksvík vann Koper 2-0. Bæði málini vórðu skorað síðstu løtuna – í 82. og 85. minutti.
Koper – NSÍ: Matthias Jöllenbec kl. 19.45
##med2##












