Samráðingarnar við ES eru onki loyndarmál

Jóannes Eidesgaard sigur, at tað hevur verið almenn vitan, at leiklutur Føroya í ES rammuavtaluni, sum gevur atgongd til 380 milliardir krónur ikki enn er komin í eina fasta legu

Sosialurin hevði í gjár samrøðu við Rúnu Hilduberg um ES rammuavtaluna, sum vísir seg ikki at vera sett í gildi, hóast boðini vóru eini onnur úr Mentamálaráðnum fyrr í ár.

Fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum segði, at núverandi støða er eitt úrslit av, at umsøknin varð send alt ov seint. Hon sigur, at ábyrgdin av hesum liggur í løgmansskrivstovuni, sum hevur ábyrgd fyri uttanlandsmálum og altjóða avtalum.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður,  sigur at ongin formlig umsøkn er farin av stað, men at tilgongdin fór í gongd áðrenn hetta.

- Samanumtikið snýr tað seg sum so ikki um at senda eina umsókn. Tað sum er  avgerandi er, at partarnir blíva samdir um ein løgfrøðiligan leist og ikki minst, at politiskur vilji er í ES-nevndini er til at fremja málið. Tað er tað ikki enn, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Eftir áheitan frá granskingarumhvørvinum í Føroyum og frá Mentamálaráðnum varð í 2004 samband tikið upp við ES um at kanna møguleikarnar at fáa í lag granskingarsamstarv, og síðani tá hevur málið verið á dagsskránni hjá ES, og vit hava arbeitt miðvíst við málinum alla tíðina, greiðir hann frá.

Málið hevur verið umrøtt á árligu felagsnevndarfundum millum Føroyar og ES, og tað verður aftur á dagsskrá á komandi felagsnevndarfundi í heyst í ár.

Jóannes Eidesgaard sigur, at málið um granskingarsamstarv eisini hevur verið umrøtt í eini røð av óformligum fundum millum føroysk embætiskfólk og embætisfólk úr ES, eins og løgmaður og landsstýrismaðurin í mentamálum hvør sær hava tikið málið upp politiskt við ES. Á komandi felagsnevndarfundi vónar hann, at fáa endaligt svar frá ES.

- Frá byrjan hevði ES-aðalstýrið fyri gransking eina jaliga støðu. Tó so, at rætta løgfrøðiliga grundarlagið fyrst skuldi finnast at grunda sáttmálan á. Í hesum sambandi hava eitt nú hesir leistir verið umrøddir - at Føroyar gerast partur av donsku granskingarskipanini umvegis Danmark, ella at Føroyar gerast partur í einum atlimaskapi.

Rúna Hilduberg greiddi í blaðnum í gjár frá, at tey eftir boðum úr Mentamálaráðnum høvdu sett ES samskiparar til at taka sær av millum øðrum nýggju avtaluni við ES. Men eftir at tey vóru sett, vísti tað seg, at avtalan als ikki er komin í gildi.

Sosialurin spurdi løgmann, hví allir partar ikki vóru kunnaðir, tá Petur Petersen bar skeiv boð í miðlunum. Løgmaður leggur dent á, at Granskingarráðið liggur undir Mentamálaráðnum og ábyrgdin tí liggur har.

- Men Mentamálaráðið hevur í hesum sambandi lagt dent á, at tey regluliga hava kunnað Grankingarráðið um gongdina. Harafturat var í samrøða í ÚF, tann 6. mars 2007, greitt frá, hvussu støðan var viðvíkjandi vantandi atgongd til ES-granskingin, og fleiri greinar hava verið um sama evni, eitt nú í Vinnuvitan, tann 21. juni 2007 og 5. juli 2007. 

Núverandi støðan hevur tí ikki verið nakað loyndarmál, men almenn vitan, heldur løgmaður.

Jóannes Eidesgaard staðfestir eisini, at ES samskiparnir hjá Granskingarráðnum eru settir av góðari grund.

- ES myndugleikar innan gransking hava víst á týdningin av, at Føroyar í verki kunnu vísa, at Føroyar veruliga ynskja eitt samstarv við ES. Innan granskingarøkið var tí fyrimunur, at Føroyar, eins og onnur lond, útvega sær ministerielt tilmæltar persónar, sum ES granskingarmyndugleikar skráseta í sínar dátugrunnar. Hetta gevur ES møguleika fyri at seta seg beinleiðis í samband við hesi umboð í Føroyum, sum síðani kunna luttaka í viðkomandi ES granskingarnetverkum v.m.

Eykajáttanin var tí neyðug til tess at seta størv, ið kunna røkja ES uppgávur innan granskingarøkið, soleiðis at ES kann staðfesta, at Føroyar veruliga meina ynskið um økt samstarv við ES. Hetta verður framvegis mett sum ein týðandi háttur hjá Føroyum mótvegis ES at prógva bæði vilja og gerð aftanfyri føroyska ynskið um granskingar- og útbúgvingarsamstarv. Harafturat kann nevnast, at slík netverk hava eisini týdning lika mikið um samstarvið fer fram í ein triðlandsskipan ella sum partur av granskingarskránni, staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður.