##med2##
Spanska liðið til dystin ímóti Føroyum á Tórsvølli í kvøld er nú sett, og talan er um eitt heilt øðrvísi lið enn eitt nú stóra spanska blaðið, Marca, spáddi.
Eitt nú eru kendir menn sum David de Gea, Sergio Busquets, Jordi Alba og Marco Asensio á beinkinum.
Spanska byrjunaruppstillingin:
Kepa Arrizabalaga - Jesús Navas, Sergio Ramos, Mario Hermoso, José Gaya - Sergi Roberto, Rodri, Santi Cazorla - Iago Aspas, Alvaro Morata, Isco
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við tann í Spania kenda sjónvarpsjournalistin, Juan Carlos Rivera, ið eisini leggur rødd til sponsku útgávuna av FIFA telduspælinum. Eisini ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pedro Tarancon Anton, ið býr á Toftum.
##med3##