Kyndilskvinnur hava í dag vunnið greipuna, eftir 28-25 sigur móti VÍF. Fyrr í ár vunnu tær steypafinaluna móti júst VÍF, ið eisini var mótstøðuliðið í FM-finalunum. Í triðju og avgerandi finaluni í Vestmanna í dag mátti longd-leiktíð til, áðrenn vinnarin bleiv funnin.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av longdu leiktíðini.
2) Hoyr samrøður Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fegnar kyndilskvinnur aftaná dysturin var liðugur.
3) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í dag, Hallur Danielsen taka samanum og staðfesta eitt uppiborið FM-gull og steypagull til Kyndil.
4) Hoyr telefonsamrøðu FM1 gjørdi við Báru Krossteig Hansen, ið var eftir í Havn sjúk, og fekk ikki hjálpt liðnum til sigurs í Vestmanna.