Samráðingarnar fyri fiskiskip byrja í næstu viku

Seinnapartin mikudagin handaðu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag hvørjum øðrum krøvini í sambandi við sáttmálasamráðingarnar

 

- Krøvini til nýggjan sáttmála fyri fiskiskipini eru handað, og fyrsti samráðingarfundur verður týsdagin hin 24. mars.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

Seinnapartin mikudagin handaðu Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag hvørjum øðrum krøvini í sambandi við samráðingarnar um sáttmálan fyri fiskiskipini.

 

- Partarnir fóru ígjøgnum krøvini - punkt fyri punkt - og avtalaðu at hava fyrsta samráðingarfundin týsdagin 24. mars klokkan 13 í hølunum hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

 

Á myndini omanfyri, f.v.:  Umboðini fyri Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Jørgin Thomsen, nevndarlimur, Annfinnur Garðalíð, formaður og Elias Zachariasen, næstformaður.

 

Umboðini fyri Føroya Reiðarafelag eru Páll Holm Johannesen, stjóri í Felagnum Nótaskip, Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag og Kristoffur Laksá, ráðgevi.