Samstarv men ikki samanlegging

– Vit ynskja ikki kommunusamanlegging, men vit eru øll fyri at samstarva við aðrar kommunur. Tað meti eg eri vegurin fram. Samstarvið við grannakommunurnar gongur sera væl, og vit fáa eisini nógv burturúr tí, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum í gjár fylti 125 ár

Tað er framgongd í Eiðis kommunu á mangan hátt. 751 borgarar eru í kommununi í løtuni, og tað er nógv tað mesta, tað nakrantíð hevur verið, sambært borgarstjóranum.

Vøksturin hevur verið stórur, tí síðstu sjey árini hevur vøksturin í kommununi verið næstan 100 fólk, sum svarar til umleið 15 prosent.

– Vit hava flutt okkum nógv í borgaratali, og tað vóna vit eisini at gera í framtíðini.

– Fíggjarliga gongur ein veg, og tað hevur tað gjørt seinnu mongu árini. Meirinntøkan higartil í ár hjá Eiðis kommunu er tvær milliónir. Annars gongur væl hjá vinnulívi her í økinum, eins og tað ger í flestu støðum kring landið. Tað er stuttligt at vera her, sigur Jógvan í Skorini.


Tey klóku høvdini í Havn halda...

Eiði vil vera sjálvstøðug sum kommuna og ikki leggja saman við aðrari ella øðrum kommunum.

– Tey klóku høvdini í Havn siga ofta, at eindirnar mugu vera størri. Eg eri ofta vanur at siga, at fólk skulu taka Eiðis kommunu sum dømi. Hvørja uppgávu megna vit ikki at lyfta her norðuri? Vit hava góðar bústaðarmøguleikar og annars er alt í lagi frá okkara síðu, sum krevst av kommunum í dag. Vit hava gjørt alt hetta við lítlari umsiting. Tað er líka tað við tilbúgvingarætlanini, sum vit eru ávegis við. Vit eru eitt mynsturdømi um, at tað ber til, um viljin er í fólkinum, sigur borgarstjórin.

Hóast Eiðis kommuna er sjálvstøðug, so samstarvar hon tó við grannakommunur á til dømis eldraøkinum og framhaldsdeildini í skúlanum og øðrum økjum.

Kommunan heldur nú 125 ára hald? Er henni lív lagað 125 ár afturat?

– Ja, tað vóni og vænti eg. Vit hava flutt okkum sera langt øll hesi 125 árini; um vit flyta okkum líka langt næstu 125 árini, so er torført at síggja, hvar vit enda. Eg ivist ikki í, at vit eisini fara at vera her í framtíðini, sigur Jógvan í Skorini.

Sí alla samrøðuna við Jógvan í Skorini í Sosialinum, sum kemur út í morgin.

Lesið eisini: 125 ára hátíðarhaldi á Eiði