2005 var turbolent fótbóltsár í Suðuroy. Á síðsta leikdegi og eftir ógvusligan dramatikk í síðstu sekundunum av kappingarárinum vóru tað tvørámenn, sum í Fuglafirði stóðu eftir við svarta peri. Leingi stríddust teir við eitt nú samansetta liðið hjá VB og Sumba um at sleppa undan aftasta plássinum og harvið beinleiðis niðurflytingini.
Sera týdningarmikið fyri lagnuna hjá Suðuroyar feløgunum var tað, at VB í 26. og næstsíðsta umfarinum vann 2-0 á Sevmýri. Eftir 27 umfør hevði VB á áttanda plássinum 24 stig, og TB á tíggjunda og aftasta plássinum hevði 22 stig. Um tað var TB og ikki VB, sum í næstsíðsta umfarinum vann á Sevmýri, so hevði tað verið VB og ikki TB, sum flutti niður.
Stutt eftir kappingarlok varð á VB aðalfundi samtykt, at samstarvið við Sumba ikki skuldi halda fram. Avgerðin var hjá mongum rættuliga óvæntað, og nakrar dagar seinni varð hon á VB eykaaðalfundi kolldømd. VB og Sumba halda fram í fótbóltssamstarvi. Og stóð tað upp til teir í syðru helvt av oynni , so hevði samstarvið í ár eisini hevði fevnt um feløgini longri norðuri í oynni. Síðsta heyst spurdu teir seg fyri hjá TB um møguleikan fyri samstarvi um fótbóltsliðini, men tvørámenn vóru ikki sinnaðir fyri at leggja saman júst tá.
- Vit halda tað vera skilabest, at vit í framtíðini samstarva um fótbóltsliðini. Gongdin seinastu árini og umstøðurnar soleiðis, sum tær nú eru, hava víst, at tað er neyðugt, um vit skulu hava møguleikar at bjóða okkum fram og at kappast við hini, sigur Gudfinn Olsen, sum er nývaldur formaður í felagsliðnum.
Samstarvið millum Sumba og Vág fevnir um allar deildirnar. Áður hevur tað verið soleiðis, at liðini í yngru deildunum hava umboðað hvør sítt felag, meðan tey hava verið felags um dreingjalið og oyggjalið í unglingadeildini. Seinnu árini hava børnini í sunnaru helvt spælt við VB, og nú er talan um formligt VB/Sumba samstarv, sum fevnir um allar barnadeildirnar, dreingir, unglingar, 3. deild, 1. deild og FORMULA deildarliðið og allar gentudeildirnar.
- Ungdómsarbeiðið hevur altíð verið gott her suðuri, og tað kemur serliga væl við, tá ið umstøðurnar eru soleiðis, at fleiri spælarar, sum hava verið álit ikki longur eru tøkir. Vit eru sera fegnir um, at tað eydnaðist at fáa Ole Andersen sum venjara. Hann er 67 ára gamalur, hann hevur nógvar royndir, hann er fakliga dugnaligur, og so dugir hann væl at fáast við fólk. Ikki minst tað síðsta hevur ógvuliga stóran týdning, heldur Gudfinn Olsen.
Ætlanin er, at felagsliðið skal spæla á Vágseiði. Liðið í FORMULA deildini fer at spæla allar heimadystirnar har, og liðið í 1. deild fer eisini at spæla í Vági. Vøllurin í Sumba fer at verða nýttur, tá ið virksemið verður ov stórt til ein vøll.