Í framtíðini fer virðið á sethúsum at minka.
Tað eru tey bæði tryggingarfeløgini í Føroyum samd um.
Tey eru samd um, at ein samtykt í Løgtinginum síðsta summar, fer at føra við sær, at virðið á sethúsum fer at minka.
Fyrr var tað so, at tá ið talan var um nýgerð ella umvæling av egnum bústaði, skuldi mvg ikki betalast av arbeiðslønini.
Men síðsta summar var lógin broytt, so at arbeiðsløn nú eisini skal gjaldast av arbeiðslønini.
Hinvegin kunnu fólk søkja Taks um at fáa endurgjaldið endurgoldið.
Men Taks tulkar lógina soleiðis, at hetta er ikki galdandi fyri tryggingarskaðar.
Sethúsaeigarar fáa kvotu
Harafturat varð eisini ein onnur, avgerðandi broyting gjørd og tað er, at landskassin hevur sett hámark á, hvussu nógv mvg kann endurgjaldast til hvørt hús.
Tilsamans verður ikki latið meiri enn 150.000 krónur tilsamans í endurgjaldi til mvg av arbeiðslønum sambandi við nýgerð og umvæling av egnum bústaði.
Hetta svarar til eina samlaða lønarútreiðslu upp á 600.000 krónur.
Men hetta er eitt endurgjald, sum ikki fylgir eigaranum, men matrikkulnummarinum og tað er her, at hundurin liggur grivin.
Hetta merkir, at so hvørt, tá ið eini hús verða smíðað, ella so hvørt, tey verða umvæld, telur tað burturav kvotuni.
Tað merkir, at tá ið Taks tilsamans hevur endurrindað 150.000 í mvg til eitt matrikkulnummar, verður lokið smekka á kassan og so verður onki meiri latið í mvg.
Tá ið kvotan er uppi, ber sostatt heldur ikki til í framtíðini at søkja um at fáa mvg endurgoldið til arbeiðsløn í sambandi við nýgerð og umvæling av egnum bústaði.
Í longdini ger hetta sjálvandi møguleikarnar at røkja og umvæla bústaðin nógv minni
Og hetta fer uttan iva, at trýsta prísirnar á sethúsum niðureftir, tí tess minni í er eftir av mvg kvotuni, tess minni møguleikar hevur ein komandi eigari at gera ábøtur.
Ikki rætt
Hetta rakar eisini tryggingarnar, og tað halda tryggingarfeløgini lítið um.
Skal ein tryggingartakari brúka burturav síni mvg kvotu til ein tryggingarskaða, er tað óheppið, tí roknast má við, at hetta fer at ávirka framtíðar søluvirðið á húsinum, siga tey bæði tryggingarfeløgini.
- Tryggingarskaðar eru ikki umvælingar, sum húsaeigarar sjálvbodnir fara undir og tí er tað heldur ikki rætt, at tað skal takast burtur av mvg kvotuni.
Tey bæði feløgini siga, at hetta er ein avleiðing av, at lógin verður broytt, uttan at viðkomandi partar verða hoyrdir og fáa lýst avleiðingarnar.
Tryggingarfeløgini hava heitt á fíggjarmálaráðið um at broyta lógina, so at tryggingarskaðar framvegis verða mvg fríir, men tey hava onki hoyrt aftur.
Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá, at verða tryggingarskaðar ikki mvg fríir, verður tað nógv dýrari hjá tryggingunum at umvæla skaðar og tí er stórur vandi fyri, at tryggingargjøldini fara at hækka munandi.
Vit hava fleiri aðrar greinar um sama evni í blaðnum í dag