Fyrsti málsetningurin hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgunum í Sandnes í bestu norsku hondbóltsdeildini er rokkin. Nevnliga sleppa undan aftasta plássinum í deildini, og harvið beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.
Sandnes tapti í dag á heimavølli 22-28 (10-15) fyri Runar Sandefjord. Tíbetur fyri Sandnes taptu kappingarneytarnir, Halden og Bækkelaget eisini sínar dystir, so Sandnes endar triðaftast í grundspælinum við 14 stigum. Halden hevur 13 stig og Bækkelaget dregur svartaper við 12 stigum á aftasta plássinum.
Í dag bjargaði seks av 22 málroyndum. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra bjargaði tveimum av 14 málroyndum.
Í næstum skal Sandnes spæla Play Off dystir um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár. Pauli skal spæla við Skövde í bestu svensku hondbóltsdeildini komandi kappingarár, men hann vil sjálvandi enda tíðarskeiðið í Noregi við, at Sandnes bjargar plássinum í bestu deildini.











