Alt bendir nú á, at Sandoyggin eftir næsta kommunuval verður ein kommuna.
Kommunustýrið á Sandi viðgjørdi á fundi í mánakvøldið spurningin, og semja var um at leggja saman. Eisini varð samtykt, at í næstum skal haldast vegleiðandi fólkaatkvøða í Sands kommunu.
- Hetta kemur fyrst og fremst av, at fíggjarvánirnar eru, sum tær eru, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Í fjør kallaði Gerhard Lognbrg, borgarstjóri í Skopun allar borgarstjórarnar í oynni á fund at umrøða málið. Tá hendi ikki meira, men fyri einum lítlum mánaði síðan tók Brandur Sandoy aftur stig til at hava borgarstjórafund.
Tá var samtykt, at borgarstjórarnir skuldu fara til síni kommunustýri og spyrja, hvørja støðu tey høvdu til samanlegging og at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu.
- Eg vóni, at samanlegging verður veruleiki, sigur Brandur Sandoy.