Sandoyingar bróta upp um armar

­ Her á Sandi síggi eg eitt ágrýtni og ein vilja til at fáa tað at bera til sum sjálvdan áður, sigur nýggi virkisstjórin á sandi

­ Tað hevur staðið nógv á seinastu tíðina. Og tað er ikki yvir at dylja, at fólk hava væntað sær so nógv av hesum, at tað hevur lagt eitt ávíst trýst á okkum, tí støðan hevur verið so ehilt syndarlig í oynni. Tí er tað ein lætti, at vit loksins eru komnir so langt, at, dyrnar verða lætnar upp.

Egil Olsen, stjóri í nýstovnaða Sandoy Seafood var lættur um hjartað hósmorginin, tá maskinurnar á flakavirkinum á Sandi vórðu settar til.

Hann sigur, at tað tíverri tók longri tíð enn ætlað at rigga virkini til, tí teir høvdu undirmett, hvussu stóran skaða tað hevði gjørt á virkini at tey høvdu staðið still í fýra ár.

Av tí sama verður latið upp einar 14 dagar seinni enn ætlað, men tað fyrireikandi arbeiðið hevur eisini kostað teimum meiri pening, enn roknað var við.

Tað er altíð keðiligt, hetta er eitt bakkast, men tað er eingin vanlukka fyri okkum, sigur hann.

Og nú virkini eru gjørd ístand eru tey í rættiliga góðum standi, og eru góðir karmar um tað ætlaða virksemið.

Hann sigur, at tilsamans stendur hetta tiltakið í Sandoynni teimum í níggju milliónum krónum.

Partaeigararnir í nýstovnaða Sandoy Seafood eru Delta Seafood á Tvøroyri, Havnar Timburhandil, arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelagið í Skopun, umframt grunnurin á plássinum til virkisfremjandi endamál, sum eintaklingar og fyritøkur hava sett pening í.


Avgjørdi alt

Vit spurdu eisini Egil Olsen, hvussu stóran týdning tann almenni stuðulin uppá tríggjar milliónir í Sandoyarætlanini hevur havt.

Sandoy Seafood fekk allar tær tríggjar milliónirnar í sandoyarætlanini og tað var avgerandi fyri, at teir sóu møguleikan og fóru undir hetta.


Bróta upp um armar

Egil Olsen sigur, at hóast kappingin um fiskin er gróthørð ivast hann ikki í, at virkini í Sandoynni hvíla á so góðum grundarlag, at tey skuldi farið og borið seg við í virkisætlan, tey hava lagt


Tí umframt fiskin, hevur virkið eina aðra rávøru, sum Egil Olsen heldur er sera góð, og sum styrkir grundarlagið undir virkinum munandi. Og tað eru fólkini, sum fara at arbeiða á virkinum.

­ Eg haldi, at vit hava fingið eina góða virkisleiðslu við góðum royndum.

­ Men so haldi eg sanniliga eisini, at vit hava fingið arbeiðsfólk, sum eru sinnað at bróta upp um armar.

­Eg haldi, at eg havi merkt eitt ágrýtni og ein hugburð hjá arbeiðsfólkinum, sum sjálvdan áður. Tey tykjast sera motiverað fyri at fara undir hetta.

Egil Olsen sigur, at fiskaarbeiðið í Sandoynni datt niðurfyri, tí sagt var, at tað ber ikki til at hava fiskavirking her.

­ Tað er sum um arbeiðsfólkið hevur sett sær fyri at prógva, at tað ber til.