Sandoyingar kenna treytirnar

B71 fer at spæla fyri lívinum í bestu deildini. Sandoyingar eru fimm stig aftanfyri ÍF og KÍ. Hvussu tað fer at hilnast hjá fuglfirðingum og klaksvíkingum í tveimum teimum síðstu umførunum er ikki upp til teir í B71 at gera av.

Tað, sum B71 hevur møguleika at ávirka, eru dysturin á heimavølli ímóti Víkingi og so í Fuglafirði leygardagin um eina viku. Higartil í ár hava sandoyingar vunnið seks dystir ? 3-1 og 1-0 á Skála, 2-0 á KÍ og 2-1 á ÍF á heimavølli, og 1-0 ímóti Skála og 3-0 ímóti B68 á útivølli. Treytin fyri at varðveita plássið í fremstu røð er, at B71 fær fult bæði í dag og leygardagin í Fuglafirði.

Víkingur vitjaði á Sandi 28. mai, og ta ferðina endaði tað við stórsigri til gestirnar, sum fóru norður um aftur við 5-0 sigri í viðførinum.

Víkingur er tvey stig frammanfyri B68, og eydnast tað at halda toftamenn aftanfyri seg, so fer tað at bera við sær, at Víkingur næsta kappingarár fara at spæla eina ferð meiri á heimavølli enn B68 og tey, sum eru longri niðri á støðutalvuni.

Álopsspælarin Andreas Lava Olsen noyddist orsaka av skaða at geva avboð til teir báðar landsliðdystirnar, sum hava verið seinastu vikuna. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla á Sandi.