Sangfagnaðurin er byrjaður

Soleiðis skrivar Trúboðin í dag:

Í mjørkanum í morgun fyltist Leguhúsið í Nesvík við spentum sangglaðum børnum.

 

Móttøka var kl. 9.00 og bilar streymaðu frá Brúnni norður til Leguhúsið í Nesvík. Í ár eru 165 børn á legu. Leiðarar eru Leila A. og Bárður K. Nielsen og Henny og Jóhannus Mikkelsen. Afturat teimum hava tey kórleiðarar, kamarsleiðarar, kokkar og ymisk hjálparfólk.

 

Á sangfagnaðinum læra børnini nýggjar sangir. Felagskórið syngur 4 sangir og so eru børnini býtt upp í eitt barnakór og eitt junior kór, sum hvør syngur 3 sangir.

 

Sangfagnaðurin endar leygardagin við tveimum konsertum, sum vera i høllini í Leguhúsinum. Tann fyrra byrjar kl 14.30 og er nærum útseld og tann seinna byrjar kl 16.30 og er útseld.

 

Høvið verður at hoyra Sangfagnaðarkórini syngja aftur til stóra Simba-Hittið, sum verður í sambandi við Stórmøtini hjá Heimamissiónini. Hetta verður í Skúlanum á Fløtum í Tórshavn sunnudagin 27. okt kl 15.

 

Kelda/tekstur: Trúboðin á Trubodin.fo:

 

https://trubodin.fo/sangfagnadurin-2024-er-byrjadur/