Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Tað er ósatt, tá Finnur Helmsdal í grein í dag sigur meg hava kolldømt øll sambýlini í Havn til menningartarnað sum óverdugir og ómenniskjansligir bústaðir. Eg tosaði um ein einstakan bústovn, sum sambært byggikønum og Serstovnadeildini var ónýtiligur og óegnaður til endamálið.
Tað er ósatt, tá Finnur Helmsdal sigur meg verja og rættvísgera avgerðina og framferðina hjá Serstovnadeildini við at flyta 4 búfólk úr einum óhóskandi búðstaði til betri umstøður á Eirargarði. Eg greiddi frá teirri avgerð, sum Serstovnadeildin hevði tikið, og hví hon varð tikin, út frá teim upplýsingum, eg hevði fingið. Um avgerðin og allar manngongdir hava verið rættar, er ikki møguligt hjá mær at koma við greiðum svari uppá eftir einum hálvum degi í samband við ein munnligan fyrispurning í løgtinginum.
Tað er ósatt, tá Finnur Helmsdal sigur meg leggja fyrrverandi leiðara á Serstovnadeildini tey orð í munnin, at hann kolldømdi og skírdi øll sambýlini til menningartarnað í Havn sum ónýtiligar lappaloysnir. Eg segði, at høvuðsákæran hjá hesum var neyðloysnir, sum man var noyddur at arbeiða við í eini svárari tíð við fáum pengum, so at man ídag stendur við nógvum smáum, spjaddum sambýlum við ringum møguleikum fyri at samskipa virksemið. Og at neyðugt er at taka næsta stigið fram frá hesum og skapa meiri varierað bústaðartilboð til tann ymiska tørv, sum hesi fólkini eisini hava.
Tað er eisini ósatt, tá Finnur Helmsdal ger tað til míni orð, at Eirargarður er eitt meira heimligt, meira menniskjansligt og tí eisini eitt betri bútilboð til menningarnað, enn sambýlini í Havn eru. Her tosaði eg ikki um sambýlini í Havn, men um tann eina bústovnin, sum av Serstovnadeildini verður sagdur at vera óhóskandi og óegnaður til endamálið, og í mun til hann var kvaliteturin á búumstøðunum á Eirargarði munandi betri. Mín kritikkur av sambýlunum í Havn snúði seg um, at man stóð við einum hópi av smáum spjaddum sambýlum, við ringum møguleikum fyri at samskipa virksemið, og eisini við ónøktandi kvaliteti av bústaðartilboðum.
Finnur Helmsdal vendir øllum á høvdið, tá hann sigur, at eg havi kolldømt alt tað útflytingar- og menningararbeiði, sum fólk innan Andveikraverndina og Serstovnadeildina hava útint hesi seinastu gott 20 árini. Tvørturímóti hesum segði eg orðarætt soleiðis: Tað sum liggur í kortunum framyvir, er at man fer at útvikla hesar møguleikarnar, soleiðis at eisini menningartarnað skulu kunna standa í einum valgi millum, antin at kunna taka av einum bústovnatilboði saman við øðrum, við tí røkt sum er harí, ella kunna flyta inn í egna íbúð við størri persónligum rásarúmi, men við tilknýttum stuðuli. Teir valmøguleikarnar eru ikki ídag við teirri skipan vit hava.
Hesi míni orð snarar Finnur Helmsdal soleiðis: Men hann segði so í tinginum, at optimala loysnin fyri tey menningartarnaðu í Havn er, at tey øll fáa hvør sína íbúð, sum síðan skulu vera undir uppsýn (soleiðis málbar landsstýrismaðurin seg) av Serstovnadeildini.
Soleiðis er sannleiksvirði hjá Finni Helmsdal allan vegin í illsinnisriði hansara í nevndu blaðgrein.
At enda leggur Finnur Helmsdal meg eisini undir at siga ósatt um, at tá málið hevði verið til hoyringar hjá starvsfólki og fakfelag, var onki svar komið, tá freistin var úti týsdagin, og at búfólk og avvarðandi ikki beinleiðis høvdu sett seg upp ímóti avgerðini, eftir at hon varð tikin. Mítt svar byggir tó á tað, sum eg eri kunnaður um. Møguliga er tað ikki rætt. Tað vil eg so taka upp og kanna nærri eftir eisini tað sum Finnur Helmsdal sigur, at hoyringssvar er sent Serstovnadeildini, sum ikki upp á nakran máta góðtekur avgerðina.