Sarah Kelly er fødd og uppvaksin í býnum Rockford í Illinois, og er útbúgvin lærarinna í enskum. Sum 13 ára gomul kom hon spakuliga út í óføri og varð kroppsliga skammfarin. Sálarliga varð hon illa fyri, og at enda varð hon komin á botn, og bert tveir útvegir vóru. Annar var sjálvmorð og hin var at lata Gud fáa rúm í hjartanum. Hon valdi tað seinna, og fyri fyrstu ferð síðan hon var 13 ár føldi hon frið á sær.
Hetta hendi undir einari konsert í Atlanta, har hon framførdi fyri 1500 til 2000 fólkum.
Byrjaði við lovsangi
Sangurin vísti seg at verða vegurin hjá henni úr misnýtsluni og inn í eitt betri lív. Tónleikakarrieran byrjaði tá hon var 22 ára gomul, og presturin í samkomuni bað hana leiða lovsangin. Minni enn eitt ár eftir hevði hon sjey tilboð um upptøkur umframt at hon var nominera til eina Grammy.
Síðani tá hevur hon nýtt sínar gávur innan bæði lovsang og rokk, og tað vísir seg at hon riggar í báðum, uttan at hon sjálv veit hví.
Í dag hevur hon vunnið tvær Grammyir, hevur verið høvuðsnavn á fleiri festivalum, umframt at hon hevur spælt á teimum stórstu klubbunum í Los Angeles.
Sangurin hjá henni er kensluborðin og løgini eru fylt við meining. Stílurin er bæði rokkutur og lovsangskendur. Til hennara næstseinastu fløgu, >>Where the past meets today<< frá 2006, hevði hon mætar tónleikarar afturat sær, nevnliva tær tíggjar rokklegendurnar Jeff Beck, Slash úr Guns N’ Roses og Dave Amato úr REO Speedwagon.
Í dag er hon ein av mest virdu rokksangarinnunum í gospelheiminum, og í stíli verður hon ofta samanborðin við Sheryl Crowe og Janis Joplin.
Júst givið út nýggja fløgu
Tá Sarah Kelly nú kemur til Føroya, er hon blivin fløguaktuell. Konsertin á Fjarðafestivalinum verður sostatt ein av teimum fyrstu konsertunum síðan nýggja fløgan, >>Born to Worship<< kom á marknaðin tann 15. august í ár.
Hetta merkir, at fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum hava megnað at fingið eitt rættiliga kent, og samstundis aktuelt, navn til Føroya, nakað ið aðrir festivalar í Føroyum higartil hava eftir at røkka.