SAS-flogternar í Noregi hótta við verkfalli

Starvsfólkini í kabinuni hjá SAS í Noregi hava við uratkvøðu felt uppskotið um nýggjan sáttmála. Verður eingin semja fingin næstu dagarnar, fara tey í verkfall leygarmorgunin klokkan 4.

Kabinustarvsfólk hjá SAS í Noregi hava sagt nei til nýggjan sáttmála og hótta nú við verkfalli frá leygarmorgni. (Savnsmynd: Johan Nilsson/Ritzau Scanpix)

Tað skrivar norska vinnublaðið E24 við støði í boðum frá fakfelagnum Fellesforbundet, sum hevur samráðst vegna kabinustarvsfólkini.

 

Umleið 500 starvsfólk kunnu verða fevnd av verkfallinum.

 

– Hetta vísir, at limaræðið í Fellesforbundet virkar. Tá limirnir í kabinuni fella semjuna, mugu vit sjálvandi virða ta avgerðina, sigur samráðingarleiðarin Dag-Einar Sivertsen.

 

Samráðingarnar um nýggjan sáttmála hava vart í fleiri mánaðir. Tær snúgva seg millum annað um løn, óregluligar arbeiðstíðir og ábyrgdina, sum kabinustarvsfólk hava fyri trygdini umborð.

 

Í juni vóru fleiri SAS-flogferðir avlýstar orsakað av trupulleikum í samráðingunum. Seinni varð semja fingin, men nú hava limirnir valt at vraka hana.

 

Kortini vónar Fellesforbundet framvegis, at semja kann fáast áðrenn leygardagin.

 

– Telefonirnar hjá okkum eru opnar samdøgrið runt, um mótparturin ynskir at taka samráðingarnar upp aftur, sigur Dag-Einar Sivertsen.

 

/ritzau/

 

Kabinustarvsfólk hjá SAS í Noregi hava sagt nei til nýggjan sáttmála og hótta nú við verkfalli frá leygarmorgni. (Savnsmynd: Johan Nilsson/Ritzau Scanpix)