Sass Larsen kemur til Føroya í næstu viku

Fyrsta ferðin hjá nýggja danska vinnumálaráðharranum verður eftir øllum at døma til Føroya. Tað verður, tá Henrik Sass Larsen sambært donskum miðlum í næstu viku kemur hendavegin á vitjan, ið var ætlað fyrrverandi vinnumálaráðharranum, Anette Vilhelmsen saman við manni sínum.

 

Tað var í gjár, at Helle Thorning-Schmidt umskipaði donsku stjórnina. Hetta hevði millum annað við sær, at Henrik Sass Larsen umsíðir gjørdist ráðharri.

 

Tá stjórnin var skipað fyri sløkum tveimum árum síðani, var tað eingin sum ivaðist í, at Henrik Sass Larsen skuldi gerast fíggjarmálaráðharri. Men trygdartænastan hjá donsku løgregluni, PET, kundi ikki trygdargóðkenna Henrik Sass Larsen, tí hann skuldi hava eitthvørt samband við rokkaraumhvørvið og við rokkaran, Suzuki-Torben.

 

Seinni varð hann tó reinsaður fyri hendan mistanka. Og í gjár gjødist hann nýggjur danskur vinnumálaráðharri.

 

Her síggjast myndir av ráðharrunum, tá teir komu av Amalienborg í gjár