Seinasta fríggjadag undirskrivaðu Hvannasunds kommuna og Kanjon sáttmála um liðugtgerð av vegnum Undir Gerðhamri í Hvannasundi.
Tað vóru Katrin Næs, borgarstjóri og stjórin í Kanjon, Kjartan Hansen, sum skrivaðu undir sáttmálan.
Hin 27. mars í ár lýsti kommunan nøkur grundstykki til sølu í nýggju útstykkingini Undir Gerðhamri í Hvannasundi.
Sagt varð, at kostnaðurin fyri grundstykkini er 300 krónur fyri fermeturin, umframt kostnaður fyri tinglýsing.
Í útstykkingini eru bæði grundstykki, sum kunnu seljast privatum, sum ynskja at seta búgv, og her eru eisini grundstykki til íbúðarbygging.
Ein serstøk byggisamtykt er galdandi fyri økið, og í skeytunum verður sambært Hvannasunds kommunu bústaðarskylda ásett.
Tey, sum kundu hugsað sær at bygt her, kunnu venda sær til Hvannasunds kommunu á hvannasund(at)hvannasund.fo
Nýggi sáttmálin, sum varð undirskrivaður fríggjadagin, hevur við sær, at Kanjon nú fer at gera vegin Undir Gerðhamri í Hvannasundi lidnan.
##med2##