Tórshavnar Kommuna skal gera nýggjan innkomuveg frá rundkoyringini á Hvítanesi og niðan undir Brúnna og haðani tunnil út í Marknagil. Partur av verkætlanini er gjørd, eitt nú nøkur vegastrekki og brúgvar.
- Endamálið við hesi verkætlanini, sum nú er undirskrivað, er at fyrireika arbeiðið við komandi vega-og tunnilsarbeiðnum frá Eysturoyartunlinum. Avtalan fevnir um avgrevstur fyri arbeiðsvegi og innslagi til tunnil undir Brúnni.
Tað siga tey í Tórshavnar kommunu í dag.
Tað er Articon, sum skal gera hetta arbeiðið, og í gjár skrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, undir sáttmálan um arbeiðsvegin til innkomuveg og tunnil.
##med2##
- Endamálið við verkætlanini, sum nú er undirskrivað, er at fyrireika arbeiðið við komandi vega- og tunnilsarbeiðnum frá Eysturoyartunlinum. Avtalan fevnir um avgrevstur fyri arbeiðsvegi og innslagi til tunnil undir Brúnni, verður sagt í Tórshavnar kommunu í dag.
##med3##