Savna undirskriftir í øllum landinum ímóti SEV

Tey, sum mótmæla, at SEV tekur áirnar á Selatrað til vatnorku, fara nú í holt við at savna inn undirskriftir um alt landið.

Á borgarafundinum á Selatrað fekk bygdaráðið skjal, har øll fólk á Selatrað høvdu skrivað undir eitt mótmæli ímóti at SEV tekur áirnar í bygdini til vatnorku.

Á Selatrað er sostatt 100% mótstøða ímóti ætlanini og somuleiðis eru skótarnir sera eymir um áirnar, tí skótadepil er á Selatrað og har hevur virksemi í áunum stóran týdning.

Og nú er so eisini ætlanin at lata adressuna ganga um alt landið har fólk fáa høvi at mótmæla at áirnar verða tiknar.

Listar eru við at verða sendir kring alt landið og hesar næstu tvær vikurnar fáa fólk, sum eru ímóti ætlanini, so høvi til at vísa tað í verki.

Síðani verða undirskriftirnar handaðar bygdaráðnum.

Ingrid Henriksen er ein av teimum, sum tekur stig til at fara um alt landið við adressuni.

Hon sigur, at skuldi bygdaráðið annars ivast, vónar hon, at mótmælini fara at gera munin.

- Áirnar hava stórt ”herligheitsvirði”, sum hon málber seg.

Og hon heldur, at tað er eitt alt ov stórt inntriv í umhvørvið at taka tær.

Myndin er av heimasíðuni hjá Skótadeplinum á selatrað, sum er at finna á www.skoti.fo/selatrad/