Sermitsiaq skrivar, at tað eru ísbjarnateljingar í Eysturgrønlandi, ið eru darvaðar av, at peningur ikki er til hesar kanningar.
Á Nátúruinstituttinum siga tey, at tey vita ikki, hvussu stórur stovnurin er, og at arbeiðið at koma við ráðgevinadi frágreiðing í 2022 bert kann halda fram, um peningur verður játtaður.
Á Instituttinum siga tey seg vita sera lítið um ísbjarnirnar í Eysturgrønlandi, ikki bert um støddina á stovninum, men eisini um ferðamynstrið hjá ísbjarnunum ,og um talan er um ein ella fleiri bólkar. Arbeitt hevur verið við at merkja ísbjarnir, fyri at kunna fylgja betri við.
Vantandi kanningararbeiðið, teljingar, ger tað eittnú trupult at áseta kvotur, og lokalt hava fólk ynskt sær hægri kvotur, tí bjarnirnar koma nærri og nærri bygdunum.