Scania aftur loysa Dúgvuna av


Strandferðslan hevur gjørt avtalu við Estlendska Reiðaríið Saaremaa Shipping Company Ldt. um leigu av ferjuni Scaniu í knappar tveir mánaðir. Ferjan skal avloysa Dúgvuna og Smyril, sum skulu til árligt eftirlit

Strandferðslan
Ragnhild & Solby

Klaksvík:
Ætlanin er, at Scania skal sigla um Leirvíksfjørð frá 3. apríl og umleið fýra vikur fram. Og síðani fer hon at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð í umleið tvær vikur.
Scania verður væntandi í Føroyum leygardagin 30. mars.
Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað er sera torført at finna skip at leiga til styttri tíðarskeið. Eisini er tað torført at finna skip, sum hóska til atløguviðurskiftini her á landi.
Scania fer at sigla millum Klaksvík og Fuglafjørð.
- Ferjan er vælegnað til Leirvískfjarðarleiðina, sigur Poul Jákup Thomsen, sum samstundis vísir á, at Strandferðslan veit, at hon ikki er so vælegnað til Suðuroyarsiglingina.
- Vit valdu kortini at taka Scaniu til hesu rutuna eisini, tí hin møguleikin er stutt sagt ongin sigling, og tað kann ikki bera til.
Strandferðslan hevur biðið um loyvi at keypa eitt avloysaraskip, men Landsstýrið hevur ikki heimilda hesum enn, sigur Poul Jákup Thomsen.
Tað er nú umleið eitt ár, síðani Scania var her seinast. Poul Jákup sigur, at norðoyingar eru væl nøgdir við Scaniu, tí hon tekur fleiri bilar og ferðafólk enn Dúgvan. Harvið slepst so gott sum undan bíðitíðini, sum altíð er.
Scania tekur 180 ferðafólk og 80 persónsakfør.