Danska landsliðið skal í kvøld heim at pakka taskurnar, eftir at hava tapt upp á brotssparkskapping fyri Kroatia í 1/8 finaluni í HM-endaspælinum.
Danmark legði hart út og koma á odda longu aftaná ein minutt og 42 sekund. Eftir eitt langt innkast skoraði miðverjin, Mathias “Zanka” Jørgensen. Men bara tveir minuttir seinni javnar Kroatia, tá Mario Mandzukic kemur at standa leysur í brotsteiginum hjá Danmark.
Síðani hendir ikki so nógv teir komandi 110 minuttirnar. Bæði liðini hava onkrar einkultar møguleikar, men talan er í stóran mun um tvey lið, sum ikki megna at bróta hvørt annað niður.
Stóri dramatikkurin er, tá Kroatia fáar minuttir fyri tíð – í longdu leiktíðini – fær brotsspark. Kasper Schmeichel bjargar í stórum stíli frá Luka Modric. Tí verður farið til brotsspørk.
Her eru tað málverjarnir, sum eru stórspælandi. Kasper Schmeichel bjargar tvær ferðir, men í fimta brotssparkinum brenna danskarnir fyri triðju ferð. Tá kann Ivan Rakitic senda Kroatia víðari, tá hann skorar avgerandi brotssparkið.
1/8 finalan:
Kroatia – Danmark 1-1 (1-1) (1-1, longd leiktíð)
0-1 Mathias “Zanka” Jørgensen, 2.min
1-1 Mario Mandzukic, 4. min
Kroatia vinnur 3-2 í brotssparkskapping
1/8 finalur í HM:
Mánadagin klokkan 15: Brasil-Meksiko (KVF, DR1 og RÚV)
Mánadagin klokkan 19: Belgia-Japan (KVF, TV2 og RÚV)
Týsdagin klokkan 15: Svøríki-Sveis (KVF, TV2, RÚV og NRK1)
Týsdagin klokkan 19: Kolumbia-Ongland (KVF, TV2 og RÚV)