Science Fiction 25 ár og aftur á palli

Tað var eitt februarkvøld í 1982. Nakrir ungir mans ? ella dreingir um 12-15 ára aldur, vóru fyri fyrstu ferð á palli, hetta var í KÍ-Høllini, nú 25 ár og óteljandi framførslur seinni, fer bólkurin á pall í Høllini á Hálsi í sambandi við 80´ára dansin hjá AB. Leygarkvøldið 3. mars verður aftur møguligt at uppliva vælspælandi klaksvíksbólkin Science Fiction við teimum góðu, melodiøsu og kendu løgunum.

 

Science Fiction varð stovnaður í 1981 av Jákupi Marner Anthoniussen, ið sang og spældi guitar, Jóhannesi Lydersen, guitar og kór, Jonhardi Olsen, bass, Kristiani Jacobsen, trummur, og Jón Gaasedal, tangentar.

 

Hesi 25 árini eru tað mong, sum kunnu minnast mangt gott dansikvøldið saman við Science Fiction, men bólkurin hevur ikki bara spælt til dans. Í kjalarvørrinum av væleydnaðu kappingunum um Ársins Songrødd, varð í 1985 skipað fyri kappingini ?Ársins Livebólkur?, sum Science Fiction vann.

Bólkurin hevur latið tvær fløgur úr hondum: ?The Runaways? frá 1985, við sangum sum ?Í skúri?, ?The Runaways? og ?Like a slave?, og ?Crossroads?, ið kom út í 2005 - 20 ár seinri. Her eru sangir sum ?Precious Juliet?, ?Sweet eye? og ?The way we used to be?.

 

Manningin, nú Science Fiction fer á pall leygarkvøldið, er Jákup Marner Anthoniussen, sangur og guitar, Jóan Petur Hansen (Beddi), elguitar og kór, Heini Ziska Dahl, tangentar, og Absalon Østerø, ið leggur botnin handan trummurnar.