Scilly enn einaferð

Mánadagin 28. apríl fara sjey kvinnur úr Føroyum niður á Scillyoyggjarnar at luttaka í heimsmeistarakappingini í Gig rógving. Kappingin er um vikuskiftið 3. og 4. mai

Tær hava vant dúgliga síðani í januar mánaði. Manningin á Brendan, sum er báturin føroysku rógvararnir, sum vinna sær luttøku í kappingini á Scilly, venja í. Tað vóru upprunaliga kvinnurnar á Jarnbardi, sum vunnu henda heiðurin í fjør, men av tí at onkur teirra er farin av landinum, so eru aðrar kvinnur við eisini. Tær eru frá Riddaranum og Páll Fanga, sum gjørdust ávíkavist nummar tvey og trý í heimligu kappingini hjá seksmannaførum við kvinnum í fjør.
Jannie Dam Jacobsen er róðurskvinna, og hetta er triðju ferð, at hon fer niður á Scilly at luttaka í hesi kappingini. Fyrstu ferð hon var við gjørdust tær nummar fimm og seinnu ferð nummar 13.
Jannie sigur, at tær hava vant harðari til hesuferð enn seinast tær vóru við. Men tað var so óheppið, at ein teirra fekk ein skaða fyri einum mánaði síðani. Hon brákaði eitt rivjabein og vandi ikki við teimum í fýra vikur. Hetta tíðarskeiðið var so ein eykamaður við fyri hana. Hon byrjaði aftur fyri umleið eini viku síðani, og Jannie fegnast fyrst og fremst um, at tær aftur eru fullmannaðar.
? Av øllum hesum hava vit valt ikki at trampa so nógv niður á venjingina, tí hon hevur ikki verið við okkum so longi, sigur Jannie.
Kvinnurnar fara úr Føroyum mánadagin og verða á St. Mary á Scilly týsdagin. Síðani hava tær fýra dagar, áðrenn sjálv kappingin byrjar.

Rógva langt
Kappingin er býtt upp í fýra róðrar. Tveir leygardag og tveir sunnudag. Tann fyrsti róðurin er ein innleiðandi, har giggirnar verða býttar upp í bólkar við 12 í hvørjum.
12 tær fyrstu verða so bólkur A, 12 tær næstu bólkur B og so framvegis. Tað eru yvir 70 giggir meldaðar til kappingina. Róð verður bæði hjá monnum og kvinnum. Og hetta er sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fyrstu ferð, at tað eru fleiri giggir tilmeldaðar hjá kvinnum enn monnum.
Fyrsti teinurin er tann longsti. Hann er góðar 3.000 metrar. Síðani skulu tær rógva góðar 2.000 metrar hinar tríggjar róðrarnar. Og tá ræður um antin at halda seg so ovarliga í bólkunum sum til ber ella at rógva seg uppeftir. Tað vil siga, at um ein gig verður nummar 18 í tí innleiðandi róðrinum, so skal hon rógva tann næsta róðurin í bólki B. Verður hon millum tveir tær fremstu, so rykkir hon upp í A bólkin saman við eini aðrari, meðan tvær tær niðastu í bólki A rykkja niður í B. Og soleiðis gongur tað fyri seg allan vegin.
Jannie vónar, at tær fara at megna at vera í A bólkinum, tá tað avtornar. Tá er man millum 12 teir bestu giggirnar og má tað sigast at vera eitt gott úrslit.
? Tað er vónleyst at siga áðrenn, hvussu tað fer at gangast, men eg vóni, at vit klára at enda í A bólkinum. Tað er okkara mál, staðfestir Jannie Dam Jacobsen.
Tær hava lagt seg meira eftir at rógva Scilly mátan hesuferð, enn undanfarin ár. Scilly mátin er heilt øðrvísi enn tann føroyski, og Jannie vónar, at tað er tað rætta, tær hava valt at gera. Hon sigur tó, at tempoið hjá teimum framvegis er munandi hægri enn hjá teimum, sum rógva á Scilly, men alt hitt er farið at líkjast tí rætta meira og meira. Tíðirnar hjá teimum eru eisini batnaðar sera nógv, síðani tær byrjaðu, men spurningurin er, hvussu eftirfarandi tíðirnar í veruleikanum eru. Veður og sjógvur avger eisini tíðirnar harniðri. Men tað er ein sannroynd, at tá allar umleið 70 giggirnar leggja til brots niðri við St. Agnes til tann fyrsta róðurin, tá ræður um at vera millum tær fremstu á startlinjuni. Tí tað er sanniliga ikki ein bein startlinja, sum vit kenna hana her í Føroyum. Tað kann gott vera bátslongdir ímillum, og tað er sera trongt millum allar bátarnar. Onkuntíð kemur tað eisini fyri, at bátur vendur øvugtan veg, tá róðurin verður settur í gongd. Tað verður mett, at, av tí at teinurin er so langur, tær bestu giggirnar megna at rógva seg fram um hinar óansæð hvar og hvussu tær liggja í startinum.
Kvinnurnar rógva sum sagt 3. og 4. mai. Og longu mánadagin 5. mai gongur leiðin heimaftur. Tær verða aftur í Føroyum týsdagin 6. mai.