Sea Shepherd aftur í rættin

Tey fimm fólkini frá Sea Shepherd, sum vóru handtikin í grindini í Sandavági hósdagin, koma fyri rættin í næstu viku.

Tey fimm fólkini frá Sea Shepherd, sum vóru handtikin í grindini í Sandavági hósdagin, koma fyri rættin annan fríggjadag.

 

Tá ein grind legði beinini í Sandavági hósdagin, royndu umboð fyri Sea Shepherd enn einaferð at gera ónáðir. Tey vóru tó steðgaði av bæði løgreglufólkum og øðrum.

 

Linda Hesselberg, ákæri, sigur í dag, at rættarfundur verður í málinum móti teimum fimm Sea Shepherd fólkunum fríggjadagin í næstu viku, tað vil siga 28. august.

 

Paul Watson, leiðari av Sea Shepherd, hevur longu boðað frá, at tey fara ikki at rinda nakra bót, um tey vera dømd. Hann væntar annars, at lagna teirra verður hin sama, sum hjá hinum fimm Sea Shepherd fólkunum, sum vóru dømd fyrr í mánaðinum og síðani útvíst úr landinum.