Málið ímóti teimum átta Sea Shepherd fólkunum, sum vórðu handtikin í grindadrápinum á Sandi, verður tikið upp aftur um tvær vikur.
Í allan dag hava sjey limir í Sea Shepherd verið í Føroya Rætti, har tey eru ákærd fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og grindareglugerðina eftir grindadrápið á Sandi síðst í august.
Átta fólk eru ákærd fyri at hava lagt seg út í grindadrápið í trimum skjóttgangandi bátum, men eitt av teimum er síðani farið av landinum. Hini sjey hava verið í rættinum í dag og givið vitnisfrágreiðingar um, hvat fór fram á Sandi 30. august.
Tey eru ákærd fyri brot á grindakunngerðina og politiviðtøkurnar, og ákærin krevur at tey vera dømd 1000 krónur í bót hvør, og at hald verður lagt á teir tríggjar bátarnar, sum løgreglan legði fyribils hald á, á Sandi.
Tey noktaðu seg øll sek.
Dagurin í dag hevur í stóran mun snúð seg um hetta markið á eitt sjómíl, sum sýslumenn áseta er stongt økið, tá grind verður hildin til.
Sea Shepherd umboðini dyldu ikki fyri, at tey kendu til hetta markið, men, søgdu tey, tey hildu hetta einans vera galdandi inntil hvalirnir vóru deyðir. Tí mettu tey seg einki skeiv hava gjørt, tá tey, eftir at hvalirnir vóru deyðir, fóru inn um markið, fyri at taka myndir av hvalunum.
Rættarsakin heldur áfram 13. oktobur, tá millum annað sýslumaðurin á Sandoy, Finnbogi Midjord, og sýslumaðurin í Suðuroy, Jaspur Vang, skulu avhoyrast.