Sea Shepherd verður ikki bannað í Føroyum

Men lógin verður broytt, so at tað ikki verður so lætt at forða fyri grindadrápi

Men lógin verður broytt, so at tað ikki verður so lætt at forða fyri grindadrápi. 

 

Ætlanin at gera Sea Shepherd, og aðrar felagsskapir, ólógligar í Føroyum, verður av ongum.

 

Tað er nú endaliga staðfest av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni.

 

Nakað fyri jól samtykti løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi um at at nokta einstaklingum og felagsskapum sum Sea Shepherd, og sum hava til endamáls at forða fyri grindadrápi, innferðarloyvi.

 

Og landsstýrið fekk freist til næsta fríggjadag, 1. mai, at seta tey neyðugu átøkini í verk.

 

Og nú ein vika er eftir til freistin er farin, vil Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita frá løgmanni, hvussu tað gongst við hesum.

 

Løgmaður ásannar, at útlendingamál eru ikki  yvirtikin og tí hevur landsstýrið samskift við donsku stjórnina um spurningin um at nokta fólki, ella felagsskapum sum Sea Shephard, innferðarloyvi til Føroya.

 

- Málið varð tikið upp á fundi ímillum landsstýrismannin í vinnumálum og danska løgmálaráðharran fyrr í ár. Men løgmálaráðharrin boðaði frá, at løgfrøðiliga ber ikki til, frammanundan, at lóggeva um, at ávísir felagsskapir, ella persónar, ikki kunnu koma til landið. Av tí sama fer hann heldur ikki at leggja uppskot fyri fólkatingið um tað.

 

Hinvegin er staðfest, at tað er ein uppgáva fyri løgregluna at hava eftirlitið við, at lóg og landaskil verður hildið.

 

Og løgmaður vísir á, at ríkispolitiovastin hevur eitt sera gott samstarv við føroyskar myndugleikar, og danski løgmálaráðharrin er av tí greiðu fatan, at tað fer at bera til at loysa málið á fullgóðan hátt, uttan at broyta útlendingalógina.

 

Løgmaður sigur, at er politisk undirtøka fyri tí, er ætlanin samstundis at broyta lógarverkið, soleiðis at tað fer at gera tað torførari at forða fyri grindadrápi. Verður lógin samtykt, fer hon at gera tað munandi lættari hjá løgregluni, og myndugleikunum annars, at handfara støður, har roynt verður at forða fyri grindadrápi.

 

Gongst sum ætlað, verður lógin løgd fyri løgtingið fyrsta dagin. Og í henni verður staðfest hvørji rættindi, og hvørjar skyldur, tey hava, sum eru við í  grindadrápi. Og  lógin fer eisini at áseta avmarkingar fyri tey, sum ikki taka lut í grindadrápinum.

 

Sostatt verður nú ein nýggj lóg gjørd um grind, og annan smáhval, eitt endamál við tí er at gera tað lættari at handtaka fólk, sum órógva grindadráp, og at leggja hald á útgerð og amboð, sum verða brúkt til endamálið.