Eftir at Sebastian í 10 ár ikki hevði verið á palli sum einstaklingur, fór hann í 2003 aftur á eina konsertferð, ið gjørdist ein brakandi success. Tá konsertferðin almnet var av, var eftirspurningurin enn størri enn áðrenn hon byrjaði, tí hevur hann higartil spælt 42 útseldar konsertir sum einstaklingur. Nú kemur konsertferðin til Føroyar. Allastaðni hann hevur spælt, eru áhoyrarar streymaðir til fyri uppliva kanska tann besta trubadurin, ið danir nakrantíð hava havt. Hann er einsamallur maður á pallinum við gittara og sangum, ið hann hevur skrivað seinastu 30 árini. Konsertin í Odense varð tikin upp og er at fáa á fløgu og DVD.
Lagaskattur
Seinastu 30 árini hevur Sebastian givið út fleiri enn 30 útgávur, so lagaskatturin er stórur, millum nútímans klassikararnar eru løg sum Når lyset bryder frem, Rose, Vårvise, Du er ikke alene, Romeo, Måske ku' vi, Sangen om Langfart, Sørøver Jenny, Ostesangen, Sommerfuglen og Den lille malkeko, Hodja fra Pjotr og sjálvandi tónleikurin úr Ronju Ránsmannadóttir. Sebastian var í Føroyum í sambandi við bæði venjingarnar og framførsluna av Ronju í Norðurlandahúsinum.
Nógv mentur
Ummælini av konsertferðini vóru sera góð. Ummælararnir hildu hann vera búnaðan nógv av tí langa steðginumHann var mentur undirhaldari á sín egna serstaka hátt við sjálvironi og eini rúgvu av hita. Lens Kryger í Fyns Stiftidende skrivaði t.d. um evnini hjá Sebastian at fáast við kenslur: Strofer, der genkalder lyde, dufte og følelser og konfronterer én med minder, man troede længst var glemt ... Det kræver en poet af en ganske særlig kaliber at turde være romantisk, skrøbelig, ja næsten pinagtig inderlig - vel at mærke uden at det bliver tæerkrummende. Og sådan en poet er Sebastian - måske den bedste vi har.
Nógv virdur
Sebastian starvast annars í gerandisdegnum innan danska sjónleikaheimin. Hann arbeiðir nú við at skriva ikki minni enn tveir nýggjar sangleikir, ið væntandi hava frumframførslu komandi ár.
Hann eigur ein stóran leiklut í nýggjari danskari mentanarsøgu, og hetta er hann eisini heiðraður fyri. Hann fekk í mars 2003 Danish Folk Award í Tønder, og nakrar mánaðir seinni i juni fekk hann heiðursprísin frá Skagen Festival fyri sítt unikke bidrag til den danske sang og í 2004 fekk hann heiðursprísin frá IFPI til árliga Danish Music Awards 2004.
Atgongumerkini eru enn ikki sett til sølu, men lýst verður við hesum í Kringvarpinum og á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, verður sagt úr Norðurlandahúsinum.