Grindin í Sandavági um middagsleitið í dag verður mett at vera um 80-100 hval.
Tað sigur Kári Thorsteinsson, sýslumaður, við Dimmalætting. Hann sigur, at nakrir heilt fáir springarar vóru millum grindahvalirnar, einir tveir ella tríggir, sum endaðu í grindini.
Hvalirnir verða sleipaðir til Miðvágs, har skorið verður upp.
Sýslumaðurin sigur við Dimmalætting, at teir eru í ferð við at merkja, og tað tað er liðugt, og talið á skinnum greitt, verður støða tikin til, hvussu býtt verður.
Greitt er ikki enn, um talan bara verður um drápspartar, ella um tað eisini verður nóg mikið til heimapartar.
Men seðlarnir koma út einaferð í kvøld, sigur sýslumaðurin við Dimmalætting.











