Sunnudagin var seinasti arbeiðsdagur hjá Henningi Bøgesvang, presti í Klaksvík.
Tað eru nú liðin 21 ár og 4 mánaðar síðan hann byrjaði í starvinum í Klaksvík, og nú vildi hann royna okkurt nýtt.
Henning Bøgesvang hevur verið sera væl dámdur í Klaksvík og øllum norðoyggjum. Ikki bara tí at prædikur hansara eru góðar, men eisini tí, at hann hevur so ótrúliga góð evni at siga frá. Henning Bøgesvang dugir nevniliga sum fáur, at rúnarbinda fólk, tá hann sigur frá.
Hann er skemtingarsamur, tá hann stendur á prædikastólinum, og hann kann ikki bara sær at taka eina skemtisøgu við í dagsins tekst.
Nógv søgdu farvæl
Christianskirkjan var so at siga full sunnudagin, og mett verður, at uml. 900 fólk, á henda hátt nýttu høvið at siga farvæl og takk fyri 21 góð ár.
Prædikan var merkt av, at hetta var seinasta guðstænasta hansara í hesum umfari. Bøgesvang var týðuliga rørdur, og tað var ikki tað flogið yvir prædiku hansara, sum tað vanliga er.
Sum nevnt hevur hann ofta hug til at taka eina stuttliga søgu við í prædiku sína. Sunnudagin segði hann tó, at tað var ikki altíð, at hesar søgur vóru so sannar, men tær vóru stuttligar.
Kirkjan hevði eisini gjørt sítt til, at seta serligan dám á guðstænastuna. Klaksvíkar Hornorkestur spældi inngangin og útgangin, og KFUM-kórið sang ein vakran sang til æru fyri fráfarandi prestinum.
Prestahjúnini hava trivist væl í Klaksvík. Tað er skilligt. Tey takkaðu øllum tey hava samstarvað við, og takkaðu klaksvíkingum fyri at hava tikið so væl ímóti teimum, tá tey komu fyri 21 árum síðani.
Gávu frá kirkjuni
Tá Henning Bøgesvang var liðugur við prædikuna, nýtti Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Klaksvík eisini høvið at takka honum fyri tíðina í Klaksvík.
Niels Pauli Danielsen takkaði fyri samstarvið tey uml. 18 árini, teir hava arbeitt saman.
Í sambandi við fráfaringarguðstænastuna hevði kirkjuráðið latið gera eina gávu til prestahjúnini.
Jósvein Østerø hevði tilevnað eina standmynd, sum eisini er ein lampa, úr føroyskum gróti, har mynd av tí sera vøkru altartalvuni er feld inn í.