Seinasti túrurin!

Góði Ingi!

Urtagarðurin hjá tær var møguliga ikki tann vakrasti á at líta til tíðir. Blómurnar, ið har vuksu vóru ikki av teimum dýru framaldu, nei,- hetta vóru fyri tað mesta blómur av villini slag. Onkur teirra var eitt sindur slitin úti á blaðkantinum, onkur manglaði okkurt blað, meðan ein triða var heldur verri farin, brotna um stelkin. Líka legði tú í hvussu hesar blómur sóu út, bara ein fekk lúka sum frægast rundan um tær, so tær kundi blíva hampuliga frískar aftur, so tær kundu halda á eina tíð avtrat, og geva hinum blómunum rundanum eina fatan av, at tað ber til at reisast aftur.


Nógv er at minnast afturá, ríðitúrar, hugnaligar løtur á R.C. Effersøes gøtu, og okkurt balli uppi á loftinum uppi í Sortudíkið, og ikki minst Kondittaríðið, har øll verðins viðurskifitið vóru vend, og so var tað líka feitt um ein var høgur ella lágur.


Nógv av tínum samleika er um brennivín og skálkabrøgd, ið fylgja við hesum. Eg fari at draga okkurt fram, tí um eg loypi uppum har garðurin er lægst, so blívur tað ikki rætt. Hetta er ein partur av tær, og tú hevði ongantíð verið tann tú var, um ikki hetta var hent í lívið tínum. Og hetta er einki at krógva, tí tú valdi at brúka hetta í tínum gerandisdegi. Einki er so ringt,- at tað er gott fyri okkurt.


Eitt tað coolasta skálkabragdið at minnast aftur á, sum ungdómur, er nokk tá tú púra einsamallur, avvopnaði eitt dankst herðskip fyri maskinpistólar, og fór niðan á Reyn til ein kaffimunn hjá einari gamlari skildkonu, við øllum maskinpistólinum, haldi tað vóru seks.

Vit vóru nógvir ungdómar, ið hildu at hetta var ordiliga COOL, men tað hevur tað neyvan verið hjá tínum mærmastu.


Tónleikurin lá tær nær, føroysku fosturlandssangirnir, sálmarnir, tað meira klassiska hjá eitt nú Bach, Mozart o.ø. tónaðaðu úr svørt hvítu tangentunum. Einaferð boðaðu fólk frá mitt á nátt, at tað varð spælt inni í kirkjugarðskapellinum. Ha ha, tú hevur nokk verið uppá ”galaj”, komin inn í kirkjugarðin, og síðan settur við orglið í kapellinum. Skemtiligt hjá okkum, men aftur flóvisligt hjá øðrum, hetta var bara tú. Onkur ilskaðist, men harraguð, tú spældi bara nakrar yndisligar tónar á eitt orgul????


Ríðitúrarnir vóru nakrir, og tú fortaldi okkum ungdómi um staðarnøvn og fylgisøgur, ið hartil hoyrdu. Fuglar og fuglaljóðini kendi tú øll, tú var meistari at siga frá. Tað var sum tú og tað, ið rørdist rundan um teg, teskaðu til hvønn annan. Øll náttúran og tú tosaða við hvønn annan á ein heilt serligan hátt. Tað vóru eisini aðrir túrar, ið ikki altíð vóru so friðaligir, og frásagnirnar vóru á øðrum støði, og hetta galt hjá báðum pørtum. Námsfrøðingar høvdu vit ikki hoyrt um sum so, men yvaleyst hevur tú verið ein av teim fyrstu her í landinum, tú dugdi sera væl við ungdóminum.


Sjálvur sást tú, at hetta við ballingini ikki bar til í longdini. Og aftaná at hava leitað tær hjálp, tókst tú hana við tær hendavegin. Síðan fór tú í holt við stóra arbeiði at velta uppúr nýggjum, ikki var tað lætt, men sum altíð, væl orðaður og gávuríkur sum fáður, gekk ikki long tíð, til at hetta fór at bera til.


Og tá tú hevði verið edrúður í 10 ár, mátti tú feira tað, og skjótt var, at allur býðurin visti at Ingi var dottin útí. Tí hvørja fer tú hevði smakka tær á, vistu øll tað. Tú fekst tað tey nevna damp ella okkurt sovorið.


Hetta, ið er skrivað, eru bert nakrar smáar ”anekdotir” úr tínum lívið, tað kundi verið so ómetaliga nógv meira at skriva um, men hevði tú ikki havt gørt akkurát tað tú hevur gjørt, so var urtagarðurin heilt ørvísi, og neyvan so rúmsáttur. Eitt nú kundi verið skrivað um: Arbeiði, matger, meira um teg og tey ungu, list av øllum handa slagið, grind, ætt, vinir o.m.a. Politikkin lata vit liggja, tí hann vóru vit ikki altíð líka samdir um, so hann kann onkur annar skriva um, sum heldur seg hava skil á tí.


Síðsta túrin vit vóru saman, var fyri um tveimum mánaðum síðan, tú hevði verið til viðger á Landssjúkrahúsinum, vit hittust í komuhøllini, og eg spurdi um tú kundi koyra meg yvir á Lágargarð, eg fór at vitja mín gamla pápa. Lágargarð átti tú eisini ein part av, frá tínum politiska lívi, og hava nógv menniskju havt gleði av hesum stovni.

Vit søgdu hvørjum øðrum farvæl, men tað lá ongantíð í luftini, hósat báðir visti hvønn veg tað bar, at vit ikki fóru at síggjast aftur. Men vit fingu sagt inniliga farvæl, fevndust, og við gomlu heilsanini, um at heilsa hvør hjá øðrum.


Tú visti nú, at øll tíni, kona, børn og barnabørn hava tað gott, í sínum urtagørðum. Men tann størsti er ikki liðugur enn, og verður tað neyvan, tíverri. Har verður altíð okkurt at lúka, men tað letur tú hini um nú. Urtagarðurin er vaksin øðiligt hesi seinastu árini, lúkingin hevur fagnast væl, og nú seinasta blaðið á blómu tíni følnaði, kann tú róliga stíga uppá rossi, seta kósina í ein vestan har sólin setur, og heilsa øllum farvæl.


Vónandi verður tú ikki svangur á tínum síðsta túri, kenni eg teg rætt, so er saðiltaskan fullfermd.


Hav tað gott hvar enn tú mann fjakka.


Vinaliga

Mourits Mohr Joensen