Mánadagin komu 11 eysaturslavonsk flóttafólk við flogfari úr Danmark til Føroya. Tey búgva í løtuni á Runavíkar Sjómansheimi.
Talan er um tvær familjur, og tveir leysar, ungar menn. Í aðrari familjuni eru maður og kona við tveimum børnum. Í hini familjuni eru somuleiðis maður og kona við tveimum børnum, umframt ein 11 ára gomul systir mannin. Teir báðir støku menninir eru ávikavist 22 og 24 ára gamlir.
Jákup Pauli Olsen, ið hevur verið ein teirra, sum hevur arbeitt við at fáa hesi fólkini til Føroya, sigur, at hóast tey nú eru komin higar, og tykjast væl nøgd við tað, hevur tað tikið alt ov langa tíð at koma so langt.
Hann sigur, at tað tykist, sum hesi fólkini eru sera væl móttikin. Tað, hann dugir at síggja, hava tey bara møtt útrættum hondum í Føroyum, sigur hann. Mánakvøldið vóru tey saman við hinum eysturslavonunum, sum komu úr Danmark í fyrra umfari. Og tey fólkini hava verið til ómetaliga stóra hjálp, nú hesi seinnu komu.
Støðan í Danmark var fastlæst, sigur Jákup Pauli Olsen. Fólkini fingu noktað friðskjól í Danmark, men sluppu til Føroya eftir eini gamlari lóg, sum framvegis er í gildi í Føroyum, men ikki í Danmark. Loyvi at koma til Føroya fingu tey, eftir at føroyskar fyritøkur høvdu játtað teimum arbeiði og okkurt at búgva í.
Í løtuni tykist tó eitt sindur trupult at fáa nakað at búgva í á eystara armi við Skálafjørðin, har fólkini nú eru. Jákup Pauli Olsen sigur, at tey tí fyribils verða hýst á Runavíkar Sjómansheimi.
Tey eru eitt sindur ymiskt fyri málsliga, nú tey koma hendanveg. Onnur familjan er rættiliga væl fyri. Tey hava havt eina skipaða tilveru í Danmark. Børnini hava gingið í skúla og duga heilt væl danskt.
Eitt sindur verri stendur til við hinari familjuni. Har duga tey vaksnu als einki danskt mál. Maðurin dugir ikki eitt orð av enskum, meðan konan so dánt klárar eina samrøðu. Børnini siga seg skilja eitt sindur av donskum, men duga ikki at tosa tað kortini. So har verður eitt sindur torførari at koma ígjøgnum, sigur Jákup Pauli Olsen.
Hendan seinna familjan hevur havt serligar trupulleikar at drigist við, tí talan er um blandað hjúnalag. Maðurin er serbi, meðan konan er kroatisk. Tað vilja kroatar als ikki góðtaka, so myndugleikarnir har niðri hava tikið pass hennara við eftirnanavninum hjá manninum frá henni, og latið hana fingið eitt annað við gentunavninum á.
Av hesum stóðust onkrar smávegis seinkingar í passeftirlitinum á flogvøllinum, tí myndugleikarnir ongastaðni dugdu at síggja, at talan var um mann og konu, greiðir Jákup Pauli Olsen frá.
Flóttafólkini, sum komin eru hendanveg, hava øll fingið tilboð um at læra føroyskt í kvøldskúlanum. Skeið í føroyskum verða regluliga hildin fyri vaksin fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Men Jáup Pauli Olsen væntar, at tað verður harður skúli, tí málini eru so ólík. Her er einki felags millum føroyskt og teirra móðurmál.
Men tey hava fingið so mikið gott álit á føroyingum beinanveg, tey komu, at fleiri longu hava teknað seg til málskeiðini, sigur Jákup Pauli Olsen.