Seinnapartin fer at regna

Í dag fer eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi fara fram við Føroyum. Týskvøldið streymar aftur kaldari lufti við ælum inn yvir Føroyar av vestri og útnyrðingi, men seinni í vikuni fer mildari veður at floyma inn yvir landið.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein útsynning og sunnan. Seinnapartin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi, 10 til 13 m/s. Turt og sólglottar, men út á dagin skýggjað og seinnapartin regn. Hitin um 8 stig. Í kvøld øtlar hann aftur vindin og í nátt verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 8 og 10 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av og á, móti kvøldið eitt meiri regn og hitin um 9 stig. Hann øtlar viindin og hækkar í útsynningi, 10 til 15 m/s. Um náttina verður í støðum skrið og harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Hann øtlar vindin fyrrapartin í hvassan vind ella skrið av vestri og útsynningi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í storm. Seinnapartin verður eitt skifti stormur í støðum, 23 m/s og harðar hvirlur. Samdrigið og ælaveður, í støðum heglingur og hitin um 5 stig. Um kvøldið hækkar hann í ein útnyrðing og makar um náttina vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, av vestri og útsynningi. Fyrrapartin okkurt ælið, annars turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 7, 8 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum makar í lot til stívt andøvsgul, 3 til 10 m/s. Skýggjað og támut, regn ella sirm, og hitin um 8 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, seinni ælaveður. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.