Í minsta lagi seks fólk, harímillum tvey børn, eru dripin í russiskum álopum á Ukraina í nátt.
Tað siga ukrainsku myndugleikarnir í morgun.
- Russiski herurin leyp í regiónunum, Dnipropetrovsk og Odessa.
Skrivstovan hjá ukrainska ríkisadvokatinum sigur á Telegram, at millum tey dripnu eru tvey børn.
Guvernørurin í Zaporizjzja, Ivan Fedorov, sigur, at 58.000 húsarhald eru uttan streym í morgun av russisku álopunum.











