Seks frystilínuskip eru í føroyskum sjógvi

- Tvey eru á Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

 

- Eitt ísfiskalínuskip fiskar norðanfyri og kemur væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Teir fáa mest av toski og hýsu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Av frystilínuskipunum, fiska seks í føroyskum sjógvi, tvey eru á  Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank.

 

Sagt verður, at frystilínuskipini fáa mest av toski og kalva.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður alla næstu viku, men veðrið verður gott stóran part av vikuni.

 

- So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri, og útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.