Seks góð ráð at fyribyrgja koronu at breiða seg

Myndugleikarnir vænta, at korona fer at ganga aftur í heyst og í vetur

Myndugleikarnir vænta, at korona fer at ganga aftur av álvara nú í heyst og í vetur. Tí ræður um at ansa eftir og at royna at forða smittuni at breiða seg, tí tað eru framvegis fólk, sum kunnu verða illa sjúk av koronu. Tí hava myndugleikarnir sett seks góð ráð um, hvussu vit, hvør sær, kunnu forða smittuni at breiða seg.

 

1. Lat teg koppseta

 

Tilmælini um koppseting verða laga til, alt eftir, hvussu farsóttin háttar sær.

 

Í løtuni verður mælt til at koppseta nakrar bólkar fyri koronu við tí endamáli at verja fyri álvarsomum sjúkum og deyða.

 

Sí meiri her: Fara nú aftur at koppseta fyri koronu

 

2. Ver við hús, fært tú sjúkuna

 

Mælt verður til at fólk, sum verða sjúk við týðiligum sjúkuteknum, verða verandi heima. Á tann hátt slepst undan, at vinir, kenningar, og onnur, verða smittað við bæði koronu, influensu og øðrum smittandi sjúkum. At vera við hús, hevur í hesum sambandi við sær, at tú ikki hevur tætt og drúgt samband við onnur, og tú fert sostatt ikki til arbeiðis, frítíðarvirksemi ella sosialar tiltøk, og at børn fara ikki í skúla, dagstovn, o.s.fr. Serliga verður hugsað um, at at tú ikki ert saman við eldri og kroniskt sjúkum, sum ikki tola so væl at verða sjúk. Tað er ikki neyðugt at byrgja seg fullkomiliga av heima við hús.

 

Týðandi sjúkueyðkenni eru sjúkutekin sum benda á, at tað er stórur vandi fyri, at tú kanst smitta onnur og í sambandi við koronu, snýr tað seg um fepur, áhaldandi hosta og tú nýsur, at tú hevur trupulleikar við at anda, og at tú, sum heild, følir teg sjúkan.

 

Tað verður ikki mælrt til at verða kannað uttan so, at tú ert í serligum vanda at verða illa sjúk av koronu. Tað kann vera tí at tú ert eldri enn 65 ár, ella av øðrum orsøkum, ert í øktum vanda at verða illa sjúk av koronu. Tað sama er galdandi, ert tú við barn. Ert tú í øktum vanda, kanst tú vera í bólkinum, sum fær skjóta viðgerð fyri koronu. Ert tú í øktum vanda, og følir teg sjúkan, verður mælt til at tú letur teg kannað fyri koronu, antin á sjúkrahúsið, ella við eini snarkanning. Er royndin positiv, verður mælt til, at tú setur teg í samband við læknan sum skjótast, tí tað er tín lækni, sum metir, um tú kanst fáa viðgerð fyri koronu.

 

3. Halt frástøðu

 

Tað eru ikki almennar reglur um frástøðu og avmarkað likamligt samband fyri at byrgja fyri at fáa koronu, ella øðrum sjúkum. Ert tú vorðin sjúkur við sjúkueyðkennum fyri smittandi sjúku, verður kortini mælt til, at frástøða verður hildin og at hugsa um onnur fyri at forða fyri, at  tey verða smittað, serliga snýr tað seg um eldri og fólk við varandi sjúkum. Tað sama er eisini galdandi, sjálvt um tað bara er talan um veik sjúktekin.

 

Í førum við øktum vanda fyri smittubreiðslu verður mælt til, at tú gevur tær far um, hvussu nær tú kemur at  øðrum persónum, serliga í tí almenna rúminum.

 

4. Lufta út  og fá nakað av  gjóstri

 

Útlufting byrgir fyri dropasmittu innandura.

 

Tá ið eitt fólk hostar ella nýsur, enda teir flestu droparnir á gólvinum. Nakrir av teim minstu dropunum, sum verða nevndir mikrodropar, kunnu verða hangandi í luftini í  langa tíð. Tí er tað sum heild størri vandi fyri smittu innandura, og tá ið nógv fólk eru saman í langa tíð í smáum rúmum. Verður luftað út gjøgnum vindeygu og hurðar ella við luftingarskipan, minkar innihaldið av mikrodropum í luftini, og tað byrgir fyri smittubreiðslu.

 

Tú luftar væl og lítarliga út í bústaðnum, tá ið tú:

 

• Gloppar vindeygu og hurðar soleiðis, at gjóstur verður gjøgnum bústaðin.

 

• Fært gjóstur í 5 minuttir í minsta lagi 2 ferðir um dagin.

 

• Eru tit fleiri fólk innandura, luftið so oftari, t.d. fyri og eftir vitjan.

 

• Eru fleiri savnað í einum rúmi í langa tíð, so skulu tit lata tað gjósa eina ferð um tíman.

 

5. Vaska tær ofta um hendurnar ella nýt handspritt

 

Gott handreinføri er munagóður máti at byrgja fyri smittu, sum stavar frá sambandi millum  lutir, hendur og andlit. Tí veðrur mælt til at hava reinar hendur.

 

Vaska tær altíð um hendurnar, tá ið tær eru skitnar ella vátar. Vaska tær altíð um hendurnar eftir at hava verið á ves, eftir at hava nortið við útlát frá øðrum, eitt nú skift blæu, og eisini áðrenn og eftir at tú hevur havt við matvørur at gera. Í hesum sambandi skalt tú vaska tær um hendurnar vatni og sápu í ein minutt.

 

Nert bara við andlitið við reinum hondum, og vaska tær um hendurnar, ella sóttreinsa hendurnar, eftir at hava nortið við andlitið.

 

Hosta ella nýs í turriklæði av pappíri, ella í ermuna, og vaska, ella sóttreinsa, tær um hendurnar eftir tað.

 

Tá ið tú hostar ella snýsir í hendurnar, skalt tú beinanvegin vaska, ella sóttreinsa, tær um hendurnar aftaná.

 

Í sambandi við at sóttreinsa hendurnar, verður mælt til eitt brúka góðkent spritt  við  70-85 vol./vol, við glyseroli (1-3%).

 

Minst eisini til at hjálpa børnum at vaska sær um hendurnar. Í fyrstu atløgu verður ikki mælrt tol at børn ikki spritta sær um hendurnar, men tað kann verða gjørt tá ið vaksin eru at hjálpa teimum. Evni at sóttreinsa sær um hendurnar við skulu verða krógvað fyri børnum, so at tey ikki kunnu fáa tey evnini ní seg.

 

6. Ger reint og vaska, serliga yvirflatar, sum nógv nerta við

 

Vandin fyri at fáa smittaður av at nerta við lutir, størstur frá yvirflatum, sum nógv onnur nerta við, eitt nú hondtøk, hondlistar, kontaktir, trýstknappar, knappaborð, stólarmar, borðkantar, leikur, amboð, kranar, vesið, o.s.fr..

 

Vaska tílík støð ofta og væl við vanligum vaskievnum og møguliga eisini einum sóttreinsandi evni.