Javnaðarflokkurin hevur gjørt av at stilla 12 valevni upp til fólkatingsvalið.
Nógv hevur verið frammi seinastu dagarnar um javnstøðu á valevnislistunum og hesa treyt lýkur javnaðarlistin til fulnar
Listin er nevniliga mannaður við seks mannfólkum og seks konufólkum
Tey, sum stilla upp, eru:
Aksel Johannesen, formaður,
Eyðgunn Samuelsen, forkv. í Javnaðarflokkinum á tingi,
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður,
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna,
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður,
Sunneva Mohr, forkvinna í SU,
Mikkjal Sørensen, løgtingsmaður,
Maria Hammer Olsen, býráðslimur í Havn
Sjúrður Skaale, løgtingsmaður,
Malla Dam, býráðslimur á Tvøroyri
Kristoffur Gaardlykke, bilsmiður,
Halla Samuelsen, býráðslimur í Havn
Endamálið hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingið verður at tryggja Føroyum størri ávirkan enn aðrir flokkar, sigur flokkurin.
- Sessurin skal nýtast til frama fyri føroysk áhugamál í breiðastu merking.
- Javnaðarflokkurin fer at samstarva við danska Javnaðarflokkin, sum helst fær stjórnarvaldið í Danmark og leiðsluna av ES komandi ár.
- Vit vilja eisini fegin samstarva við hini umboðini úr Føroyum og Grønlandi.
Javnaðarflokkurin leggur enn einaferð dent á, at eitt Fólkatingsumboð hjá flokkinum skal vera fólkatingsumboð burturav.
- Sama fólk kann ikki samstundis røkja tvey full størv í hvør sínum landi.
- Umleið 25.000 veljarar seta okkara fólkatingsumboð í starv og tað er at lítisvirða bæði løgting, fólkating og veljarar ikki at nýta alla orku til starvið, sigur Javnaðarflokkurin.
Myndin er av Aksel V. Johannesen, formanni, tá ið hann avdúkaði lisan í morgun.