Nú er greitt, at tað verða tríggir listar at velja ímillum á býráðsvalinum á Tvøroyri. Javnaðarflokkurin hevur ein lista og hann hava vit kunngjørd. Síðani er ein felagslisti eisini gjørdur, og hann hava vit eisini kunngjørt.
Men síðani er ein listi latin inn afturat, tað er listi V. Á honum eru seks valevni, fýra menn og tvær kvinnur.
Tey seks valevnini, eru:
Jógvan Martin Joensen í Froðba
Karina Fagralón í Trongisvági
Jens Rói Sørensen í Trongisvági
Kristian Stórhamar í Trongisvági
Jóhannes Magnussen á Tvøroyri
Freja Maric á Tvøroyri
Tað eina av valevnunum, Jens Rói Sørensen, stillaði eisini upp seinast. Tá stillaði hann upp á Borgaralistanum og tað er nakað síðani, at hann kunngjørdi, at hann ætlaði sær at stilla upp aftur.
Men hann dylir ikki fyri, at hann følir seg útihýstan á borgaralistanum, hann stillaði upp fyri seinast. Men nú stilla tvey av valevnunum á Borgaralistanum, nevniliga Ólavur Rasmussen og Anita Vibergsdóttir, upp á Felagslistanum. Á seinasta valið gjørdi núverandi borgarstjóri, Kristin Michelsen, upp á einum nýggjum Kommunulista, men nú er eisini hann á Felagslistanum.
Og Jens Rói Sørensen sigur, at hann varð ongantíð spurdur um hann vildi stilla upp. Hann sigur á Facebook, at hann hevur spurt seg fyri, men at hann hevur einki svar fyri og tí hevur hann tikið stig til nýggja listan, sum nú er veruleiki