Seldu fyri 2,6 miljónir krónur

Tilsamans 156 tons av fiski, serliga toski og hýsu, vórðu seld á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun fyri stívliga 2,6 miljónir krónur.

Tilsamans 156 tons av fiski, serliga toski og hýsu, vórðu seld á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun fyri stívliga 2,6 miljónir krónur.

 

Av teimum tilsamans 156 tonsunum, vóru sløk 84 tons toskur og 39 tons hýsa. Haraftrat vóru 6,5 tons av svartkalva, umframt eitt sløð av øðrum fiskasløgum.

 

Besti toskaprísur á søluni í morgun var fyri tosk 1, har miðalprísurin var 19,62 krónur fyri kilo. Størsta nøgdin - ella stívliga 65 tons - var toskur 3, og her var miðalprísurin 16,90.

 

Prísirnir á hýsu, sum annars líktust toskaprísum í gjár og fyrradagin, vóru á søluni í morgun nakað lægri, enn teir hava verið í vikuni.

 

Størstu nøgdrnar vóru av hýsu 1, 17,5 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 13,63. Næst størstu nøgdirnar vóru hýsa 2, stívliga 16 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 14,65.

 

Samlaða sølan í morgun gav stívliga 2,6 miljónir krónur, sum gevur samanlagda miðalprísin 16,95 krónur fyri kilo.