Selja Føroyar á oljumessu í London

Marknaðarføring. Jarðfeingi fer í næstum at marknaðarføra føroyska landgrunnin á altjóða oljumessu í London. Seinastu broytingarnar í løgtingslógini um leiting gera tað munandi lættari at fáa oljufeløg at koma henda vegin.

Síðani Føroya løgting fyri stuttum samtykti broyting í kolvetnislógini um sokallaða “Open door” útbjóðing á landgrunninum hava føroysku oljumyndugleikarnir á Jarðfeingi fyrireikað seg til at marknaðarføra føroyska økið til oljufeløg, sum vilja gera íløgur í leiting um okkara leiðir. Og fyrsta ítøkiliga royndin í so máta verður stóra oljuframsýningin og ráðstevnan PETEX í London í døgunum frá 23. til 25. november. Tá fara Føroyar at hava bás á messuni.

Higartil hevur bert verið møguleiki hjá oljufeløgunum at søkja um leitiloyvi á landgrunninum í sambandi við regulerar útbjóðingar. Tríggjar tílíkar hava verið síðani ár 2000. Men lógin um “Open door” letur nýggjar dyr upp fyri oljufeløgunum samtíðis sum tað ger tað lættari hjá føroysku myndugleikunum at skapa áhuga fyri at leita her. Meginreglan í hesum nýggja útbjóðingarháttinum er tann, at nú nýtist ikki ein stór og krevjandi útbjóðing fyri at kunna veita loyvi á landgrunninum. Nú kunnu oljufeløg og myndugleikarnir sínamíllum gera avtalu um ávís øki og teigar á landgrunninum.

Ítøkiligt
Tað verður Heri Ziska, sum stendur á odda fyri jarðfrøðiliga partinum á Jarðfeingi, ið fer til London at selja føroyska økið. Vit spurdu hann,
hvør munurin er at fara til slíka stevnu nú eftir at loyvistreytirnar eru broyttar.

- Høvuðsmunurin er, at vit nú hava nakað ítøkiligt at bjóða fram. Fyrr tosaðu vit við stórum armbevegilsum um, hvussu áhugavert tað føroyska økið er. Men um einki útjbóðingarumfar var fyri framman, so var áhugin hjá feløgunum sera avmarkaður. Nú fara vit at tosa um einstøk leitimið, og við tað at feløgini hava møguleikan fyri at søkja um hesi leitimið, um tey meta tey verða nóg áhugaverd, so vænti eg, at áhugin eisini verður størri.

-Er hettta fyrstu ferð tit fara út at marknaðarføra landgrunnin, síðani løgtingið broytti lógina um millumumfør?

 - Hetta er fyrst ferð vit fara út við nýggjum tilfari, ið er framleitt serstakliga til teir møguleikar, sum liggja í “open door” reglunum, tvs. við upparbeiddum leitimiðum. "Upparbeitt leitimið" merkir, at vit hava gjørt ein part av innleiðandi arbeiðinum fyri at kortleggja øki í undirgrundini, sum kunnu hava áhuga í leitihøpi.

-Hvat vænta tit at fáa burtur úr?

- Vit arbeiða út frá eini ætlan um, at tað skal eydnast okkum at fáa feløg til at arbeiða meira aktivt við føroyska økinum, eisini millum vanlig útbjóðingarumfør, og í besta føri kemur onkur umsókn um eitthvørt øki.

-Eru ávís øki, sum tit rokna við feløg fara eftir?

- Feløg hava ymisk modellir tey arbeiða út frá, og tí vilja tey sum útgangsstøði ikki fara eftir tí sama. Tað, sum vit á Jarðfeingi gera, er at vísa á møguleikar, sum vit síggja. Í fyrsta umfari verða tað eini 2-3 leitimið.