Summarfestivalur er í Klaksvík, og hetta hevur givið nøkrum dreingjum høvi at standa og selja ymiskan føroyskan mat til gestir, sum ferðast gjøgnum bygdina í Leirvík.
Í gjár stóðu dreingirnir, soleiðis sum viðhefta mynd vísir, niðast á plássinum við Bovlinghøllina og seldu, og ætlanin var at byrja at selja aftur klokkan 15 í dag.
Sum sæst á uppslagnum, hava teir turra grind, turran fisk, spik og kókaði epli at selja, og teir hava eisini posar við nýggjum eplum, sum fólk kunnu keypa.