30 krónur fyri kilo av tvøsti og spiki. Tað er prísurin, sum fólk kunnu fáa grind fyri í Vágsbotni, nú selt verður av grindini, sum legði beinini á Viðvík. Marknaðarplássið í Vágsbotni kemur til sítt rætt í dag, nú bæði grind og fiskur verða seld í hesi løtu.
Ein maður, sum er norðaneftir, er komin til Havnar við lastbili og hevur eini fýra skinn við sær av grindini, sum legði beinini á Viðvík.
- Eg selji tvøst og spik fyri 30 krónur fyri kilo, segði hann, tá Portalurin var fram við fyri løtu síðan.
Hann heldur, at tvøstið er gott, eins og spikið sær út til at vera av tí besta.
Men tað er ikki bara grind, sum fæst til keyps á marknaðarplássinum í Vágsbotni í hesi løtu.
Sjógæti er eisini við fiskafarsi, flaki og kalvafiski.