Rúni Lómstein og Allan Hjaltalin fara nú at selja køkar á eina øðrvísi hátt enn vanligt er. Teir bjóða sær nevniliga til at koma heim til kundan, so tey saman kunnu planleggja nýggja køkin.
Rúni og Allan greiða frá at Damor fyri sløkum fýra árum síðan fekk umboð upp á fronsku Mobalpa køkarnar, og sigast má at stórur áhugi hevur verið fyri hesum køkunum. Ein av grundunum til at fólk hava fingið gott eyga á Moblpa er, at mentaliteturin hjá Mobalpa er ørðvísi enn hjá flestu køksframleiðarum í Skandinavia. Tá ið ein keypir Mobalpa køk so fylgja uppdeilingar til skuffir, bestikk innsatsir, skrellispann, stálbotnar í vaskiskáp, airstopp og tær bestu skuffirnar við sum standard. Hetta er øðrvísi enn tað ein er vanur við, tí vanligt er at einki av hesum omanfyri nevnda er við í prísinum, og tá ið hesi tingini verða keypt afturat, verður køkurin nógv dýrari.
Mobalapa er tann størsti køksframleiðarin í Fraklandi, og næst størstur í øllum Evropa. Har starvast áleið 3000 fólk, og fyritøkan framleiðir í miðal 3500 elmentir um dagin. Mobalpa hevur meir enn 50 ár á baki, og køkarnir eru kendir fyri sína dygd. Í hesum sambandi kann nevnast at Mobalpa hevur tvær ISO9000-góðkenningar, sum eru fyri arbeiðsumhvørvið og dygdina, og køkkarnir hava 25 ára garanti.
Damor hevur fingið nógv góð hugskot samstarvinum við Mobalpa, og sum eitt úrslit av hesum kemur fyritøkan við einum sera spennandi konsepti, har tveir freelance seljarar eru settir í starv. Rúna Lómstein gongur á Føroya Læraraskúla og Allan Hjaltalin arbeiðir sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Báðir hava havt leiðandi størv sum køkssniðgevar, og báðir hava royndir í at selja hvítvørur, og kunna tí geva kundunum eina heildarloysn. Okkum vitandi er freelance køkssøla ikki er roynt áður í Føroyum, men vit vænta at hetta er eitt gott tilboð til tey, sum ætla sær at keypa ein nýggjan køk og sum ikki hava so góða tíð at hugsa um køk ímillum kl. 10 og 18.
Rúni og Allan greiða frá at mannagongdin verður, at fólk kunna seta seg beinleiðis í samband við teir við at ringja til teir. Síðan verður ein tíð avtalað, har tey síðan møtast fyri at tekna og finna loysnir í einum tøttum samstarvi. Hugsanin aftanfyri freelance sølu er at skapa álit, geva sær betur stundir til kundan, arbeiða í einum heimligum og avstressandi umhvørvi og at vísa kundanum meira áhuga.
Allan og Rúni fara eisini í næstum, at hava nøkur serlig demonstratións kvøld, har teir fara at greiða frá um Mobalpa køkarnar og eisini at geva fólki eitt lítið upplýsandi skeið um hvat ein skal geva sær fær um, tá ið man hyggur sær eftir einum køki. Hesi kvøldini vera hildin heima hjá Rúna, sum sjálvur hevur ein Mobalpa køk at sýna fram, og tað verður ókeypis at vera við til hesi hugnakvøld.
Allan hevur telefon 515318 - Runi hevur telefon 505959. Annars koma teir regluliga at lýsa í blaðnum undir arbeiði og innbúgv.