Í dag lata Beinta og Rannvá Isaksen ein nýggjur handil upp í Kvívík. Talan er um ein handil, sum selur alskyns prýði Tað er ikki hvønn dag, at ein nýggjur handil letur upp í Kvívík, men í dag verður ein tílíkur dagur. Beinta og Rannvá ? sum báðar eru giftar Isaksen, av tí at menninir hjá teimum eru brøður ? lata í dag handil upp í Kvívík, sum selur alskyns prýði.
Handilin sjálvur hevur verið til í eini tvey ár, tá tær sjálvar byrjaðu at fara runt at selja. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur handilin somuleiðis verið at finna á netinum og í dag verður fysiski handilin so latin upp.
Men so er spurningurin, hví tær báðar lata handil upp í Kvívík.
- Vit skuldu vera onkustaðni, og vit búgva í Kvívík, har tað er munandi bíligari enn at hava handilin í Havn, sigur Rannvá Isaksen.
Hon leggur afturat, at tær hava góðar vónir, hóast sølan ikki er so góð í løtuni, sum hon onkuntíð hevur verið. Samstundis, sum hon staðfestir, at handilin ikki verður opin hvønn dag, men at kundar altíð kunnu røkka handlinum.
Vørurnar hjá handlinum verða gjørdar í eysturlondum, men verða innfluttar úr Danmark.
Á netinum er handilin at finna á 4ever.fo